Grækarismessuhald í Skúlanum við Ósánna

Grækarismessuhald í Skúlanum við Ósánna sunnudagin 11. mars kl. 14:00.


Komandi mánadag er Grækarismessudagur 12. mars, og árliga grækarismessuhaldið verður tí dagin fyri, sunnudagin 11. mars 2012, har Sigrun Juul Samuelsen fer at flyta fram røðu.


Sum vant er Klaksvíkar Hornorkestur partur av skránni fyri Grækarismessuhaldið, har tað fer at ríka okkum við vøkrum vársálmum.


Á Grækarismessu fagna vit várinum, har tjaldrið sum tjóðfuglur okkara og ein av flytifuglunum koma heimaftur á klettarnar við boðum “um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum”.


Røðarin í ár verður ein av kendu býarmyndunum í Klaksvík, Sigrun Juul Samuelsen, sum í mong ár hevur verið virkin skóti og innan fleiri góðgerandi tiltøk.


Sum nevnt, verður Grækarismessuhaldið hesaferð í snotuliga Skúlanum við Ósánna kl 14:00 komandi sunnudag, har eisini kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa aftaná hátíðarhaldið.


Verið hjartaliga vælkomin!


 - - -


Tjaldur, ver vælkomið


Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim,


frá ókendum, fjarskotnum londum!


Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,


at nú er brátt summar í hondum.


 


Ein dagin, mín sál var so vetrarstird,


eg gekk mær mót havinum vestur;


eg hoyrdi títt ”klipp”, tað vælkenda ljóð,


tú kærkomni summargestur.


******


Men kemur tú, tjaldur, ár eftir ár,


tú, boð um ljósari tíðir,


so skal tað kennast um landið alt,


tað tekur at sumra umsíðir.


 


Lat sólina skína um dalar og fjøll,


grønkast lat heiðar og líðir!


Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,


vónandi sælari tíðir.


J. Dahl/P. Alberg