TÍÐINDASKRIV: Í samband við Sundalagsstevnuna, sum í ár verður hildin í Hvalvík/Streymnesi, skipar Bragdið fyri rennikapping. Kappingin er liður í Grand Prix renning, sum verður fyriskipa í samband við summarstevnurnar.
Eisini verður møguleiki hjá motionistum at luttaka á styttri teini, lesi meira um hetta á www.fif.fo
Byrja verður við Margáir leygardagin 15.juni kl.11:00
Tað ber til at lesa meira um aldursbólkar og at melda til kappingina á www.fif.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin