Gott mit unz - ella at vera sær sjálvum nokk

Frelstur við trúgv. Gerningar hava einki upp á seg.


Soleiðis kann tað eisini sigast. Og soleiðis verður tað eisini sagt.


Fyri fáum árum síðani segði sokallaður kristin í SVF, tá hann royndi at greina innihaldið av frammanfyristandandi, at Hitler kann vera frelstur, um hann trúi, meðan Móðir Teresa møguliga er havna í Helviti, um hon ikki hevur trú.


Soleiðis kunnu gerningar verða tileinkisgjørdir, hóast Kristi læra sigur aðra søgu t.d. um at elska næstan... ella eg bankaði upp á..... eg var sjúkur.......hin skuldarbundni tænarin...... trúgv uttan gerningar er sum likam uttan sál, deyð...... trøini skulu kennast av fruktunum - bert fyri at nevna nøkur dømi, ið fella mær í hug, meðan eg siti og skrivi.


So lætt skuldi verið at funnið út av, at fruktirnar hjá Hitleri og Móðir Teresu høvdu sín uppruna í hvør sínum ríki. Trøini skulu kennast av fruktunum.....


Men hví skrivi eg um hetta? Jú, bæði tí, at tað er sera viðkomandi fyri okkum í tí dagliga, men eisini tí, at tað er val um knappar tríggjar vikur. Og vit hava gjøgnum árini sæð og kunnu framvegis síggja, at mong av teimum høgraradikalu, eisini eru tey, ið halda fast um, at góðir gerningar onki hava upp á seg.


Teirra niðurstøða er, at er Gott mit unz, so kunnu tey liva og láta, sum tey vilja, og so kunnu tey fremja lóggávuna eftir matthæuseffektini: at geva teimum, ið frammanundan hava, í ríkiligt mát, og at taka frá teimum, ið annars onki hava at lata av.


Við tílíkari heildarfatan er lætt at skilja, at hesu uttan trupulleikar kunnu velja bæði hálv- og heilkriminellar til at stjórna landinum, og at hesir - saman við teimum - somuleiðis fegin stuðla teimum vælbjargaðu móti teimum minnimentu og annars fátøku, og enntá kunnu finna upp á at gera korini hjá hesum síðstnevndu enn verri - fyri at lívga um hjá hinum fyrstnevndu.


Somuleiðis halda tey hondina yvir teimum vælbjargaðu, tá hesir á ymsar hættir sleppa sær undan at vera við til at bera samfelagsins byrðar, og hetta næstan óansæð mátan, ið nýttur verður fyri at sleppa undan. Kikarin verður settur fyri blinda eyga.


At tey eru ósolidarisk og fremja ein fíggjarligan kúgandi politik er bert fylgja av teirra tileinkisgeran av góðum gerningum.


Tí tá næstakærleiksboðið er strikað í ein egoistiskan og ein virðisleysan part, sum annars verður gjørdur um til menniskjansligan eginkærleika, ið síðani verður settur í hásætið við gullkrúnu á til tilbiðjunnar, tá er vandi á ferð, serliga fyri tey smáu í samfelagnum, sum vit annars í takklæti fyri lív og heilsu, mat og klæðir, tak yvir høvdu og mangt mangt annað, eru sett til at varða av. Vónandi fær greinin onkran til at teinkja seg um einaferð aftrat.


So er málið nátt.


Dagfinnur Danbjørg.