Gøtan við Toftavatn fingið virðisløn

Í sambandi við Umhvørvisátakið 2012, hevur bygdagøtan millum Svangaskarð og Løkin, sum Nes- og Runavíkar kommunur hava gjørt í felag, fingið fyrstu virðisløn. Virðislønin: Best røkta Bygda- og Varðagøta 2012.


Grungeving fyri virðislønina: - Gøtan er skynsamt breiðkað nakað og liggur væl í vakra náttúruøkinum. Gøtan er løgd við skervi, og veitir eru grivnar, har tað er neyðugt. Væl virkandi portur eru sett upp, og er eisini innrættað hugnapláss við benkrum og borðum.


Í eina partinum, ið kemur inn í bygt øki, og har rørðslutarnað lættliga sleppa til, eru snøggir smáir ljóspelar settir upp. Metingarnevndin heldur, at ta er jaligt, at kommunur taka seg saman um at dagføra og eisini nýinnrætta gøtur millum bygda, og soleiðis eggja fólki at seta bilin og heldur fara til gongu, tá tey skulu ferðast millum bygdir.


Virðislønin er 7.500,00 kr.


Kelda: www.nes.fo