Gongur sera seint við menning innan rehabilitering

Eitt neyðarróp frá avvarðandi 

Stóra takk til Kringvarpið‚ Radarin, at tit í gjár 3. apríl, varpaðu ljós á vantandi tilboð til fólk‚ sum hava fingið mein av heilabløðing ella blóðtøppi í heilanum. Tíverri eru tað nógv fleiri, sum eisini hava tørv á tilboðum‚ enn tey talan er um her.

Tað er týðuligt, at neyðin er so stór‚ at fólk tíverri eru noydd at fara í fjølmiðlarnar fyri at fáa hjálp‚ ja eg vil kalla tað fyri eitt neyðarróp. 

Tað er gott klára av avvarðandi‚ á ein so greiðan hátt at siga frá‚ tá ein av teirra kæru ikki fáa hjálpina teimum tørvar‚ serliga tá hugsað verður um, at ein er so tætt og kensluliga knýttur at trupulleikunum sjálvur. Eisini tá avvarðandi sjálvi hava brúk fyri hjálp‚ sum ein so væl greiddi frá. 

Vantandi politisk framdrift 
Tað undrar meg tó stórliga, at eingin politisk loysn ella avkláring um vilja‚ er funnin á hesum økinum enn. 

Tvey uppskot‚ eitt uppskot til samtyktar um rehabilitering og ein lógarbroyting innan sjúkrahúsverkið‚ blivu løgd fyri Løgtingið av Sambandsflokkinum í november mánaði í fjørð. Fyrsta viðgerðin í Løgtinginum var 13.11.2018‚ og enn liggja tey í Trivnaðarnevndini‚ nú skjótt 6 mánaðir eftir. Undir fyrstu viðgerð fingu uppskotini sera góða viðgerð‚ har flest øll framsøgufólkini vóru sera positiv. 

Ein fekk eina fatan av‚ at málini vóru í góðum hondum og ikki fóru at verða súltaði. Men so varð tíverri ikki.

Uppskot um politiskar loysnir 
Uppskotið til samtyktar snýr seg um‚ at heitt verður á landsstýrið um at fáa gjørt eina menningarætlan um endurmenning (rehabilitering) við einari  greiðari visjón og ítøkiligum málum um samskipaða tvørfakliga endurmenning fyri Føroyar. Út frá hesari ætlan skal so gerast ein yvirskipað lóg, sum tryggjar rættindir og skyldur hjá borgarunum‚ sum lyftir endurmenningina í Føroyum upp á eitt altjóða og samfelagsliga kappingarført vælferðarstøði. Sigast skal, at tilfar er nokk av‚ fleiri álit og kanningar eru til taks.

Hitt lógaruppskotið er (MEÐAN VIT BÍÐA) ein broyting í lógini um sjúkrahúsverkið‚ sum kann gerast her og nú‚ og sum vil loysa teir bráðfeingis trupulleikar, sum eru. Broytingin fevnir í høvuðsheitinum um at gera eina samskipaða tvørfakliga endurmenningarætlan‚ sum verður gjørd saman við sjúklinginum og/ella avvarðandi, har støðið verður tikið í gerandisdegnum hjá sjúklinginum‚ likamliga‚ sálarliga og sosialt. Tvs. allar viðgerðir og tænastur sjúklingurin hevur brúk fyri.    

Endurmenningarætlanin skal eisini fevna um tær tænastur, sum skulu veitast av Almannaverkinum og kommununum ella ambulant í sjúkrahúsverkinum. Her eru talan eisini um at fáa tær tænasturnar inn‚ sum nærum ikki verða veittar í dag‚ te. taluundirvísing‚ sálarlig hjálp og sosialráðgeving til sjúklingin og familjuna. 

Eisini skal sjúkrahúsverkið bjóða sjúklingum, sum hava tørv á viðgerð í eitt longri tíðarskeið, ein heilsufakligan samskipara/ sjúklingavegleiðara, sum kann vegleiða og ráðgeva, og sum hevur ábyrgd av, at samlaða  endurmenningarætlanin verður fylgd‚ og fylgja upp og tryggja, at sjúklingurin fær eina tvørfakliga samskipaða viðgerð. 

Vit mugu seta veruliga gongd á nú 
Tað er sera umráðandi, at tann sjúkuraktið og familjan ikki hava aðrar uppgávur enn hana at virka sum familja‚ serligani tá talan er um barnafamiljur. Støðan tey eru í, er oftani sera trupul frammanundan bara at fáa gerandisdagin at virka.

Verða omanfyri nevndu uppskot samtykt á Føroya Løgtingi, so verða nógvar tungar byrðar lyftar av sjúklingum‚ avvarðandi og ikki minst teimum dugnaligu starvsfólkunum‚ sum brenna fyri at veita sjúklingum og teirra avvarðandi enn betri umsorgan og tænastur. 

Rósa Samuelsen