Gongu½maraton 2018

Vit í Krabbameinsfelagnum eru takksom, at vit sleppa at vera partur av Tórshavn Maraton. At vit soleiðis kunnu gera vart við felagið og eisini stimbra fólki at ganga ½ maraton. Og kanska fáa sítt fyrsta heiðursmerki. Í dýrdarveðrinum sunnudagin gingu umleið 150 fólk gongu½maraton. Vit takka tykkum hjartaliga fyri stuðulin og somuleiðis takk vit øllum tykkum, sum settu tíð av til at standa vakt til hetta megnar tiltak. 
 
Talan hjá Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum:
 
Góðu gongufólk og rennarar
 
Nú verður tað heilt skjótt, at vit sleppa avstað. Næstan 700 fólk.
 
Vit í Krabbameinsfelagnum eru takksom, at vit sleppa at vera partur av Tórshavn Maraton. At vit soleiðis kunnu gera vart við felagið og eisini stimbra fólki at ganga ½ maraton. Og kanska fáa sítt fyrsta heiðursmerki.
 
Eg fari at royna at lýsa túrin við bókstavunum í orðinum GANGA:
 
G – sum ‘Góðveður’. Nógv fólk hava brúkt nógvar tímar at leggja Tórshavn Maraton til rættis, men veðrið fær eingin okkara gjørt nakað við. Tað má sær ráða. Vit hava verið vælsignað við góðum veðri nú í nógvar dagar, og píkarill hava vit eisini í dag fingið ein góðveðursdag.
 
A – sum ‘Asfalt’. At allir kilometrarnir, sum í dag verða runnir og gingnir, eru á asfalti, kemur ikki av sær sjálvum. Tórshavnar kommuna, Landsverk og Bragdið, eiga tøkkina fyri tað. Vegir eru stongdir, ferðslan er løgd um, boð eru send borgarunum í Havn, nógv sjálvboðin standa og ansa eftir okkum, sum renna og ganga, og gulu rynkurnar súkkla eisini fyri at stuðla okkum.
 
Bragdið og tit Bragda-fólk eru heilt ótrúlig. 1000 takk fyri tað megnararbeiði tit gera, og at tit eisini gera, at vit kunnu hava maraton í Føroyum. Eitt maraton, sum á hvørjum ári er ‘tað størsta higartil’.
 
N – sum ‘Náttúra’. Vit ganga á asfalti, fyrst í býnum og so í náttúruni. Náttúran, sum hesa tíðina verður vakrari og meira bergtakandi, fyri hvønn dag. Vit sleppa at ganga og renna á strekkjum, sum vit vanliga koyra 80 km á. Nú kunnu vit síggja og sansa alt HEILT annarleiðis. Kanska enntá fylgjast við onkrum seyði okkurt petti.
 
G – sum ‘Gott ferðalag’. Tað er strevið at leggja ½ ella heilt maraton afturum seg. Men tað kann eisini vera bæði gott og stuttligt. Vit kunnu smílast og fáa nógv smíl. Vit kunnu heppa hvørt annað. Kanska ert tú so heppin, at tú fylgist við góðum vinfólki. Kanska fylgist tú onkran teinin við onkrum, tú ikki hevur prátað við leingi. Prátini kunnu vera stuttlig, góð og avgjørt eisini álvarsom. Og tað er ikki minni gott. Lívið er eisini onkuntíð strevið. Og eisini tá ger góða ferðalagið allan munin.
 
A – sum ‘Andsperri’. Vónin er, at vit øll koma um málstrikuna seinni í dag. Fyri flestu okkara verður andsperri partur av næstu døgunum. Og kanska tí, at vit eru í alt ov vánaligari venjing. Men, høvuðsorsøkirnar eru tríggjar aðrar:
 
Tann fyrsta er, at vit høvdu áræði at tekna okkum, og at vit fara undir teinin í dag. Tann næsta er, at vit hava heilsuna. Kanska eru vit enntá so heppin, at vit hava fingið heilsuna aftur. Síðsta, og kanska størsta orsøkin, er, at vit eiga lívið. Vit liva.
 
Tað er ein gáva. Og ikki ein sjálvfylgja. Tí A kann eisini vera A sum Anna.
 
Tit í Bragdinum syrgja í dag Annu Sofíu Eysturoy, sum andaðist fríggjadagin, bara 54 ára gomul. Av krabbameini. Vit hava samkenslu við øllum tykkum, sum hava mist Annu.
 
Til síðst fari eg at lesa eitt ørindi hjá Karsteni Hoydal, úr yrkingini ‘Landið, eg bar við mær’:
 
Lívið! Dýra undur, eg var lutur av,
eitt ævinleikaboð av magn' og anda,
sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav
við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda,
tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg,
eyðmjúkur hugur mín skal opin vera,
í skapninginum øllum tekkja teg
og tær í verki sátt og sømdir bera.
 
Góðan túr og blíðan byr, bæði í dag og í tíð, sum kemur.