Gongd komin á nýskapanarsamstarvið millum Føroyar og Ísland

Á vitjan í farnu viku var avtalað at halda fram við at menna samstarv millum Føroyar og Ísland um nýskapan og íverksetan. Partar av samstarvinum fara eisini at fevna um aðrar grannar í Norðuratlantshavi.


Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og íslendski vinnumálaráðharrin Katrín Júliusdóttir, samdust í fjør um at fremja ítøkiligt samstarv um nýskapan og íverksetan. Ítøkiliga samstarvið er nú byrjað, og tað er víðkað til eisini at fevna um Mentamálaráðið og teknisku skúlarnar.


Umboð fyri Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið, Íverksetarahúsið, Vinnuframa og báðar teknisku skúlarnar vitjaðu í farnu viku íslendskar stovnar og virkir. Endamálið við ferðini var at eyðmerkja nøkur ítøkilig øki, sum báðir partar hava gagn av at samstarva um.


Tað er greitt, at nógv er sum vit kunnu læra hvør av øðrum, m.a. um ymiskar hættir at kveikja íverksetanarhug og -førleikar, og um skipan og rakstur av klekingardeplum fyri íverksetarafyritøkur.


Onnur øki, ið vórðu umrødd, og sum kunnu vera spennandi at samstarva um, eru kreativar vinnur, menning av orku- og umhvørvisvinaligari tøkni og av varandi orkukeldum.


Avtalað var m.a. at fyrireika eitt formligt samstarv millum londini, at taka stig til eitt størri nýskapanarsamstarv millum fleiri lond í NORA-økinum, og kanna umstøðurnar fyri at skipa eitt Fab Lab í Føroyum. Samstarvið kann so líðandi víðkast til at fevna um fleiri tættir og fleiri samstarvspartar.


Fab Lab er stytting fyri Fabrication Laboratory. Fab Lab eru talgildir verkstaðir við teldum og teldustýrdum maskinum, ið kunnu nýtast at framleiða snøgt sagt hvat sum helst. FabLab kunnu brúkast til undirvísing, vørumenning og íverksetan í samstarvi við fólk úr øllum heiminum. Sí t.d. kunningarfilm.