Gomlu træpelarnir fara skjótt í søguna

Teir eyðkendu træpelarnir í býnum, sum fyrr vóru ein partur av býarmyndini, eru støðugt minkaðir í tali seinastu árini, og nú eru bert fáa gøtur eftir, at hesir framvegis eru í brúki.


Við Garðaveg er kommunan nú í ferð við at seta upp nýggj gøtuljós, har verandi luftlinjur og træpelar verða tikin niður og nýggj gøtuljós verða sett upp ístaðin.


Hesir eru teir seinastu træpelarnir í hesum økinum. Eftir eru tríggjar gøtur við træpelum, og eru tær Vágsgeil, Fornavegur og Stangaskákið.


Kelda: www.klaksvik.fo