Góður fundur um rehabilitering í Føroyum

Fundurin, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í dag,
eydnaðist sera væl





Nógv fólk møttu á fundinum, umleið 100 fólk, bæði frá politisku skipanini,
fakfólk, umboð fyri kommunur, lesandi og onnur áhuga.



 



Nógv nýggj og neyðug vitan kom fram á fundinum, umframt at luttakararnir
fingu høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar.



 



Luttakararnir fingu greiða fatan av, hvat er neyðugt at gera politiskt og
fakliga á rehabiliteringsøkinum. Upplýst varð at umleið 15.000 fólk í Føroyum
hava skaðar, ið krevja rehabilitering.



 



Endamálið við rehabilitering er, at virkisførleikin hjá einum sjúkuraktum
verður soleiðis, at hesin aftur kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt
lív, sum tekur støðið í gerandisdegnum



 



Sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum er hollur, og saman við politiskum
visjónunum og høgum málum um rehabilitering og viðgerðartrygd, fer hetta at
seta stór krøv. Tí verður neyðugt við samstarvi millum almennar myndugleikar og
stovnar, bæði um nýggja og betri lóggávu at virka undir og um fígging.



 



Tá Sambandsflokkurin kemur til valdið, fer flokkurin hvørt ár at seta 30
milliónir krónur av til heilsuverkið, umframt vanligu framskrivingina.



 



Á fundinum vóru víst á fleiri ítøkilig átøk, sum skulu setast í verk, fyri
at tryggja eina málrættaða og mennandi gongd á rehabiliterignsøkinum.



Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá
Sambandsflokkinum.



Framløgur frá fundinun:



At venda aftur til lívið og gerandisdagin, Rósa Samuelsen



Tørvurin á rehabilitering í Føroyum. Sólbjørg Frederiksberg



Rehabiliteringsskipanin í Danmark og ætlanir um menning, Claus
Vinther Nielsen



Framløga um nýggjar lógarársetingar um rehabilitering, Rósa
Samuelsen



Lógaruppskot frá Sambandsflokkinum:



Uppskot um broytingar í lógini um sjúkrahúsverkið



Uppskot um løgtingssamtykt um menningarætlan fyri
rehabilitering



 



Sambandsflokkurin