GÓÐU TIT Í MFS

Takk fyri tykkara yvirlýsing mánadagin.
 
Tit heita á Fróðskaparsetur Føroya um at fara undir at fyrireika, hvussu undirvísingin skal fara fram, nú koronasmitta hevur steðgað vanligu undirvísingini í hølunum á Setrinum. Havandi í huga, at eingin veit, hvussu leingi áleikandi heilsukreppan fer at vara, vil MFS tryggja sær, at útbúgvingarverkið megnar at geva hvørjum einstøkum lesandi ta undirvísing, sum skal til. Hetta er sjálvsagda uppgávan hjá MFS, og vit taka áheitanina í størsta álvara, eins og vit takka fyri tilboðið um at samstarva við MFS um at fáa alt at rigga.
 
Fróðskaparsetrið hevur eftir boðum frá myndugleikunum fyribils í tvær vikur steðgað vanligu undirvísingini, har lesandi savnast á Setrinum. Vit hava, so skjótt, sum vit yvirhøvur hava megnað tað, roynt at flutt undirvísingina yvir á talgildar pallar, og eg haldi, at alt bendir á, at vit verða noydd at halda fram við talgildari fjarundirvísing longri enn hesar tvær vikurnar. Helst fer óvanliga støðan eisini fer at vara longri, enn vit á Setrinum upprunaliga ætlaðu, og sum var 14. apríl, tó at tað ikki er greitt í skrivandi stund.
 
Lesandi hava sjálvandi tørv á at vita, nær alt verður “normalt” aftur, og hvussu vit ætla at undirvísa og annars at gera okkara arbeiði ímeðan. Eisini hava studentar rætt til at fáa stuðul og leiðbeining um nýggju talgildu arbeiðshættirnar, umframt at lesandi kanska stúra um, hvussu nú man fara at verða við royndum og próvtøkum.
 
Eingin ivi skal vera um, at eg taki kunning til tey lesandi í allar størsta álvara, og vit hava eisini kunnað tey lesandi og fara støðugt at kunna tey sohvørt, sum tørvur er á tí.
 
Á einstøkum útbúgvingum fóru tey longu undir fjarundirvísing í síðstu viku, og lærutilfar verður nú givið teimum lesandi um forritið Zoom, sum Setrið hevur keypt fyri at styrkja um talgildu arbeiðsamboðini, sum vóru. Eisini eru og verða tillagingar gjørdar, tá tað snýr seg um royndir og próvtøkur.
 
Í summum førum er loysnin einføld. Tildømis kunnu munnligar royndir avgreiðast um netið heldur enn andlit til andlits. Í øðrum førum kunnu vit broyta formatið til tildømis eina ritroynd. Men onkrastaðni verður neyðugt við størri tillagingum, tildømis tá tað snýr seg um bólkaarbeiði ella arbeiði á royndarstovu. Vit fara at gera alt, sum vit eru ment fyri at lyfta avbjóðingarnar, og starvsfólk á Setrinum eru tilvitað um, at neyðugt er við góðum og tøttum samskifti við tey lesandi um hesi viðurskifti.
 
Setrið er eisini tilvitað um, at lesandi við børnum kunnu hava torført við at fylgja talgildari undirvísing beinleiðis. Tí eggja vit okkara starvsfólki til at taka undirvisingina upp, so hesir studentar kunnu arbeiða, tá friður er til tað heima.
 
Leiðslubólkurin á Fróðskaparsetri Føroya hittist – á Zoom – hvønn morgun. Og hvønn morgun spyrji eg um trupulleikar, sum eru, og hvussu vit loysa teir. Vit fara at deila okkara vitan út í hvønn krók á Setrinum og royna at læra og vaksa saman sum sameint Setur. Við góðum samskifti og í samstarvi við studentarnar, Ráð teirra Lesandi og MFS verður tað lættari at lyfta uppgávurnar, sum standa fyri framman.
 
Við heilsan

Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya