Í dag er høvi at minnast, at Grundlógin og ríkisborgaraskapurin geva føroyingum týðandi rættindi.
Farið er um middagsleitið í dag, 5. juni - Grundlógardagin - og fólk flest halda frí, um møguleiki er fyri tí.
Júst í dag er gott høvi at minnast, at rættindi, sum vit í dag fata sum sjálvsøgd, als ikki eru sjálvsøgd.
Ríkisgrundlógin er eitt frælsisskjal. Hon veitir okkum grundleggjandi frælsisrættindi, eitt nú hetta, at persónligt frælsi er ómissandi, og at ongin má skerjast í sínum frælsi orsakað av politiskari ella átrúnaðarligari sannføring ella uppruna.
Tað er eisini Ríksigrundlógin, ið tryggjar hvørjum einstøkum og okkara fjølmiðlum talu- og skrivifrælsi.
Fyri føroyingar gevur Grundlógin rættindi, ið vit annars ikki høvdu havt her norðuri i Atlantshavi. Lógin er sjálvt atgongumerkið til ríkisborgaraskapin, ið øll hava. Við honum í hondini kunnu vit á jøvnum føti við onnur í Ríkisfelagsskapinum flyta okkum runt í heiminum – annaðhvørt tað er í arbeiðs- ella útbúgvingarørindum – og trekkja uppá tey rættindi og tænastur, ið danska ríkið veitir sínum ríkisborgarum.
Ein dag sum í dag eru fullveldiskreftir úti og siga eina aðra søgu um Grundlógina.
Størsta mytan er, at Grundlógin ikki skal vera galdandi í Føroyum. Hetta er, í orðsins sanna týdningi, ein myta. Ein felags Grundlógin er sjálvandi galdandi fyri alt Ríkið. Føroyar og føroyingar hava notið gott av Grundlógini, síðani hon kom í gildi, og gera tað framvegis.
Ríkisgrundlógin er ein góður og tryggur karmur um okkara samfelag.
Góðan grundlógardag, øll somul.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin