Góð uppmøting til Ung í Arbeiði

Í ár hevði kommunan skipað soleiðis fyri, at næmingarnir í 9. flokki sluppu til arbeiðis eftir skúlatíð, frá 10. apríl til 3. mai.


Næmingarnir, sum eru 24 í tali, vóru deildir upp í 3. bólkar, t.v.s. at 8 næmingar vóru til arbeiðis í senn. Byrjað bleiv eftir skúlatíð, og arbeitt bleiv til kl. 17.00.


Allir næmingarnir fingu sostatt 20 tímar hvør til arbeiðis.


Ruddað bleiv fram við bygdavegunum. Uppmøtingin var sera góð, og arbeiðshugurin góður.


Eitt væleydna tiltak, sum helst verður endurtikið næsta ár.


Kelda. www.nes.fo