Góð sosiallóggáva hóast nógvar manglar

Á almennum fundi, har sosiallógávan var til viðgerar, kom fram, at hóast vit hava góð sosial viðurskifti, eru sera mangulfult við tilboðum til ávísar bólkar. Fleiri álit eru gjørd, sum vísa á henda tørv, men enn hevur ikki verið peningur at seta tey í verk. Tað ætlar landsstýriskvinnan í almannamálum at gera nakað við


Í undanfarnu viku skipaði Samhald fyri almennari hoyring um sosiallóggávu í Løkshøll, har Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Sigvald Kristiansen, formaður Landsfelag Pensionista og Leila Solmunde, forkvinna í MBF sótu við pallborið.


Peningur fylgja tí einstaka


Rósa Samuelsen legði fyri og greiddi frá verandi støðu. Hon vísti á, at fleiri bólkar, m.a. tey førleikatarnaðu ikki høvdu tilboð í nóg stóran mun og at tað var neyðugt við bæði tvørfakligum samstarvi og eisini samstarvi millum aðalráðini, eitt nú millum Heilsu-, Almanna- og Mentamálaráðini.


Sum fíggjarliga støðan er í løtuni, er ikki hugsandi, at peningur er tøkur at seta stórar verkætlanir í gongd og tí er neyðugt við umskipanum og rationaliseringum fyri at røkka einum meira víttfevnandi tænastustøði. Her nevndi hon m.a. at broyta forsorgarlógina, so hon meiri kom at vera ein servicelóg, har tann einstaki sjálvur kann velja, hvørji tilboð hann vil taka av og soleiðis fær mest møguligt burtur úr. Soleiðis fylgir peningurin meiri einstaklinginum enn stovninum.


Heimabúgvandi eiga at fáa meira hjálp


Sigvald Kristiansen helt, at pensionistar hava tað gott í Føroyum. Men hann gjørdi eisini vart við, at nógvir heimabúgvandi ikki fáa ta hjálp, sum teir kundu hugsað sær. Hinvegin var skipanin við sambýlum góð, og tey, sum vóru á hesum sambýlum, høvdu tað gott. Men í ein ávísan mun vóru hesi sambýlir smá røktarheim, orsakað av, at fleiri búfólk vóru røktarkrevjandi. Júst skipanin við sambýlum var kanska partvíst orsøk til, at tey heimabúgvandi ikki hildu seg fáa nóg nógva heimahjálp, tí hóast tey, sum búgva á sambýlum, eru tann minni parturin, kostar sambýlisskipanin peningaliga tann størra partin av játtanini.


Hann gjørdi eisini vart við tørvin á tannarøkt hjá óhjálpnum bæði heima og á stovnum og eftirlýsti eina lóggávu á hesum økinum.


Nógv álit, men so hendir ikki meir


Leila Solmunde var samd við Rósu og Sigvaldi í, at nógv gott var við føroysku sosiallóggávuni, men vísti á tey nógvu álitini, sum vóru gjørd, men síðan hendi ikki meira. Hon nevndi Álitið um kanning av viðurskiftum hjá apopleksiraktum í Føroyum/oktober 2003, Álit um viðgerðarviðurskiftini hjá spastikarum/mars 2006, Álit um viðgerð av giktasjúklingum/desember 2006, Kanning av livikorunum hjá fyritíðarpensionistum í Føroyum/september 2007, Endurvenjing fyri fólki við førleikatarni/november 2007 og Álitið, sum Heilafelagið og Giktafelagið saman við Lions Club í Eysturoy, lótu gera/juni 2009 um endurvenjing í Eysturoynni, men enn er onki hent í hesum málum, hóast tað eru meiri enn 5.000 føroyingar, sum tørva endurvenjing.


Harafturat mangla vit eitt nú líknandi tí í Danmark sokallaðu servicelóg, sum millum annað inniheldur rætt til ymisk øki innan rehabilitering. Tað er bæði arbeiði, bústað, endurmenning av arbeiðsførleika o.s.fr.


Gott samstarv


Hon vísti eisini á, at tað bar væl til at samstarva, hóast fleiri stovnar skulu luttaka. Sum dømi um hetta nevndi hon sjálvognarstovnarnar Dugna og Eysturoyar Røktar- og Ellisheim, sum á hvør sínum øki gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at lætta um hjá teimum, sum tørvaðu hjálp.


Mangla tilboð eftir útskriving


Fundarluttakararnir tóku dúgliga lut í kjakinum aftan á innleggini. T.d. vísti Ann Hovland, sjúkrarøktarfrøðingur á endurvenjingardeildini B7 á Landssjúkrahúsinum á, at akuttvenjing nú var komin í eina góða og fasta legu eftir at deildin er samanløgd við medisinsku deildina. Men trupuleikin er, at tá íð t.d. ein apopleksiraktur patientur blívur útskrivaður, eru ikki nóg góð tilboð til hansara, soleiðis at hann kann mennast.


Stór framstig innan heimatænastuna


Ása Hanusson frá Nærverkinum í Eysturoy nevndi, at stór framstig vóru gjørd innan heimatænastuna og at ein fysioterapeutur var settur í starv, sum kundi taka sær av sjúklingum í heimatænastuni í endurvenjingarhølunum á Strondum og eisini kundi fara út til tann, sum hevði endurvenjing fyri neyðini til vegleiðing og at meta um tørv á hjálpartólum.


Skipanin trupul


Onkur vísti á trupuleikar at fáa í lag neyðuga endurvenjing, tí tað eru so nógvir myndugleikar, sum skulu spyrjast og tað tí er sera tungt at koma ígjøgnum systemið. Onkur annar nevndi samstarv millum heilsumyndugleikar og skúla og onkur var inni á tað neyðuga av eini menniskjaligari heildarvenjing, sum m.a. kann umfata bæði fysioterapi, ergoterapi, psykoterapi og taluterapi.


Liva upp til ásetingar í ST-sáttmála


Samanumtikið vóru nógv góð tilboð, men semja var eisini um, at enn tørvaði nógv fyri at røkka tí, sum krevjast má av einum vælferðarsamfelagi sum tí føroyska og fyri at vit kunnu liva upp til ásetingarnar í ST-sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek og sum Føroyar hava skrivað undir.


Hetta hevði Rósa Samuelsen ætlanir at gera nakað við. Hon fer at royna at fáa sett pening av í tí fíggjarkarmi, sum verður lagdur fyri løgtingið ein av fyrstu døgunum. Alt í alt ein góður og gevandi fundur.


Samhald