Glyvursnes framvegis best egnað til flogvøll

FLOGVALLAVIÐURSKIFTI: Kanningar hjá Landsverki hava fyrr staðfest, at Glyvursnes sum heild er best egnaða plássið til flogvøll, tá hugt verður eftir lendisviðurskiftum og sýni. Ein neyvari kanning av turbulensviðurskiftunum staðfestir nú enn einaferð, at Glyvursnes er nógv best egnaða plássið til at leggja ein møguligan nýggjan flogvøll.


Sum liður í eini heildarætlan fyri flogferðsluna í Føroyum hevur Landsverk seinnu árini kannað trý ymisk støð í sambandi við ynskini um at betra flogvallaviðurskiftini í Føroyum. Hesar kanningar eru gjørdar í samráð við politisku myndugleikarnar. At gjøgnumføra eina slíka heildarætlan, har møguleikarnir fyri einum alternativum flogvølli eisini skulu kannast, er ein uppgáva, ið tekur drúgva tíð. Nógvar forkanningar skulu gerast, og neyðugt er at gera slíkt arbeiði í stigum. Fyrsta stigið hjá Landsverki var tí at kanna, hvar tað staðifrøðiliga ber til at gera ein flogvøll.


Niðurstøðan frá teirri kanningini var, at Søltuvík og Glyvursnes eru einastu hóskandi pláss til alternativan flogvøll, meðan Skorðhæddin er óegnað, tí tað ikki ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti.


Úrslitini av nýggjastu kanningini snúgva seg um turbolens á verandi og alternativu plássunumi til flogvøll í Føroyum. Turbulenssimuleringarnar, sum nú eru gjørdar, lýsa bæði viðurskiftini viðvíkjandi innflúgving og lendingarviðurskiftini á sjálvari flogbreytini.


Í stuttum kann sigast um tey trý kannaðu plássini, sum eru Vágar, Glyvursnes og Søltuvík, at Glyvursnes er nógv best egnaða staðið til ein nýggjan flogvøll í Føroyum.


Kanningin staðfestir, at lága og javna lendið við Glyvursnes – norð-, eystur-, og suðureftir – geva ongar trupulleikar við turbolensi við ættunum heilt frá útnyrðingi til norðan og niður til útsynning. Nógvur vindur vestaneftir skapar nakað av turbolensi um Kirkjubøreyn, men hetta er so mikið langt frá ætlaða plássinum til flogvøll, at tað ikki elvir til nevniverdan turbolens á ella við ein møguligan flogvøll.


Ein alternativur flogvøllur í Søltuvík verður av vestan-, og sunnanættunum ávirkaður lokalt av nógvum og máttmiklum turbolensi stavandi frá eggini móti vestri og suðri. Eystanættirnar elva eisini til turbolens um Dysjarnar, Pætursfjall og um Eiriksfjall og Endan vestantil, og hetta er turbolensur í rættiliga stórum øki, sum kann vera vandamikil fyri flúgving. Truplu turbolensviðurskiftini í Søltuvík eru í stóran mun samanfallandi við trupulleikarnar í Vágum og verða tískil ikki mett sum nakað alternativ til verandi flogvøll.


Høgu fjøllini norðan- og sunnanfyri verandi flogvøll í Vágum skapa nógvan turbolens í innflúgvingarleiðunum um og á flogbreytini. Simuleringarnar hjá Landsverki vísa, at vindur frá norðan, landnyrðingi, sunnan, útsynningi og vestan skapa trupulleikar við turbolensi bæði í innflúgvingarleiðini og á sjálvari flogbreytini. Eystanættirnar eru ikki fongdar við turbolensi í sama mun sum hinar.


Samanumtikið lýsir kanningin turbolensviðurskiftini í Vágum sum sera trupul, meðan viðurskiftini á Glyvursnesi eru munandi betri. Á Glyvursnesi kann reglusemið betrast við umleið 4 prosentum samanborið við Vága Floghavn. Mátingarnar geva onga ábending um turbulenstrupulleikar nærhindis Glyvursnesi.


Verða turbulensviðurskiftini í Vágum tikin við, verður reglusemið í Glyvursnesi sambært frágreiðingini helst betri enn tey 4 prosentini.


Tað serliga við Glyvursnesi í mun til hinar møguleikarnar er, at har ber til at fáa vøll heilt upp í 2.700 metrar ella meir, og tí er hendan loysnin best framtíðartryggjað. Við mest framkomnu útgerðini og beinari og fríari inn- og útflúgving er møguligt at lenda á Glyvursnesi í munandi verri sýni, enn nakra aðrastaðni í Føroyum. Harafturat er onki, ið bendir á nevniverdan turbulens, sum er ein av stóru trupulleikunum í Vágum og í Søltuvík.


Í sambandi við innflúgving og lending verður arbeitt við trimum ymiskum kategorium – Cat 1, 2 og 3. Á Glyvursnesi er møguligt at gera bæði ein Cat 1 og Cat 2 flogvøll, og møguliga eisini Cat 3, sum er strangasta kategoriin. Hendan seinasta setir hægstu krøv til bæði útgerð og tilbúgving, eins og hon krevur serliga góðar lendisumstøður á og kring sjálva flogbreytina.


Cat 1 gevur møguleika fyri at kunna lenda niður í eina hædd á 200 føtur, Cat 2 niður í 100 føtur og Cat 3 heilt niður í 0 føtur.


frágreiðing um turbulens:


http://landsverk.fo/get.file?ID=9353