GLS-LEIÐARARÁÐSTEVNAN - spennandi fyrilestrarhaldarar

Nú nærkast dagurin, tá GLS-Leiðararáðstevnan í Norðurlandahúsinum fyri 2018 fer av bakkastokki. Hetta er 11-inda ráðstevnan og 10-unda árð síðani fyrstu stevnuna í 2008, og áhugin í dag er eins stórur sum undanfarnu árini. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum 19 – 20 januar. Temaði í ár verður - ØLL HAVA ÁVIRKAN. Tað verða ikki færri en 10 fyrilestrarhaldarar, sum aftur í ár verða á stórskýggja. Allir fyrilestrarnir verða føroyskt tekstaðir. 

UNI RASMUSSEN: 
Seinastu árini hevur tað verið vanligt, at føroyingur er boðin at hava fyrilestur, og soleiðis verður eisini í ár. Hesin hevur fyrilesturin á staðnum, hóast hann eisini verður at síggja á stórskýggjanum. Vanligt hevur verið, at føroyski luttakarin er ein persónur, sum hevur eitthvørt serligt, ið hann kann røða um á stevnuni. Í ár er tað Søldfirðingurin Uni Rasmussen, sum er boðin at vera gestarøðari, og hann hevur bæði eina dramatiska og spennandi lívssøgu at siga luttakarunum á GLS Ráðstevnuni í ár. 

JONI EARECKSON TADA: 
Ein onnur spennandi persónligheit, sum verður at síggja og hoyra á stórskýggjanum í ár, er heimskenda kvinnan Joni Eareckson Tada, sum eisini hevur eina dramatiska og spennadi lívssøgu at siga frá. 

IMMACULÉE ILIBAGIZA: 
Tað trýtur ikki við spennandi fyrilestrarhaldarum á GLS í ár. Millum røðararnar verður eisini kvinnan Immaculée IIibagiza. Hon er úr Afrikanska landinum Ruanda. Hon var ein av teimum, sum yvirlivdi fólkamorði í Ruanda í 1994, har nærum 1. millión tutsiar lótu lív. Saman við 7 øðrum kvinnum krógvaði hon seg undan morðhungrandi Ruandamonnum, í einum lítlum baðirúmi í 91 dagar.  

Hon skrivar bøkur og heldur fyrilestrar har hon ger seg til talskvinnu fyri trúgv, fyrigeving, vón og friði. Hon arbeiðir m.a. gjøgnum ST, og er rithøvundur til bókina Left to tell, sum bleiv ein bestseljari. 

TILMELDING: 
Enn eru pláss eftir í Norðurlandahúsinum. Prísurin er 1.200,00 krónur, og tá er íroknað morgunmatur og døgurði báðar dagarnar. Ein kann melda til og gjalda á GLS.fo Ein kann eisini ringja á tlf: 292980 ella senda boð á gls@gls.fo