Gloymið ikki fiskimannin í stovnsrøktini

Lat tað beinanvegin vera sagt at eg taki undir við einum miðvísum stovnsrøktarpolitikki, og haldi eg at Tjóðveldið hevur slóðað fyri eini hugburðsbroyting í meginpartinum av politisku skipanini, og almenninginum við. Hinvegin er einki at ivast í at júst ”ábyrgdarfulli” fiskivinnupolitikkurin, hevur stygt manga sterka og trúgva tjóðveldisfamilju frá flokkinum.


Ávaringarljóð.


Fólkatingsvalið farna, er ein útpurring ella ávaring til Tjóðveldið um at vísi og trongi politikkur flokksins ikki er í samljóði við vilja fólksins. Ikki tí at hann er skeivur, men tí at hann er ov liberalur. At føra út í lívið ”over night” ein politikk sum karrátt leggur upp til at summi skulu eta onnur út úr skipanini, er nógv liberalari enn pseudokappingarpolitikkurin hjá Fólkaflokkinum. Vilja vit minka um veiðutrýstið, so mugu vit gera okkum greitt at summi skulu út úr vinnuni. Og hóast vit kunnu lata liberalistisku hjólini gera arbeiðið fyri okkum, so eigur okkara samvitska at ger sítt til at vit eisini finna úthurðarnar til tey sum skulu úr skipanini, og allarhelst eisini hjálpa teimum sum gevast, inn í eina nýggja arbeiðstilveru. Júst henda dimensiónin manglar í politikki flokksins.


Útróðrarmentan


Tjóðveldisflokkurin er stovnaður og laðaður av fiskimanninum og útróðrarmanninum. Og lat tað vera sagt beinanvegin. Vit skylda hesum monnum og teirra familjum nógv. Teir hava hildið lív í føroyinginum til henda dag, og føddu haramframt partar av bretsku tjóðini undir seinna heimsbardaga. At júst hesir menn sum hava alla orsøk til at hella seg til Tjóðveldi, eru farnir at venda flokkinum bakið, er eitt álvarsmál. Ein partur av trupulleikanum kann frásáldast við at lata nýggju skipanina galda fyri skipabólkarnar 1-5, umframt størru bátarnar í bólki 5.


Restin av útróðrarmentanini í bólki 5, eigur at fiska frítt, og at verða undantikin brúksskyldu. Hinvegin skal brúksskyldan vera galdandi fyri hinar bólkarnar. M.a. tí at teir nógv betur kunnu vera til fiskiskap alt árið samanborið við smábátarnar í bólki 5.


 Taka í egnan barm


Eingin ivi í er um at Tjóðveldi er á rættari kós í stovnsrøktarpolitikkinum, men vit eiga ikki at gloyma okkara uppruna, fiskimannin. Vit eiga tí at geva teimum sum ikki orka, vilja ella megna at vera partur av ráu kappingini um fiskin, ein møguleika at gevast á virðiligan hátt. M.a. peningurin frá fiskidagasøluni kann brúkast til endamálið. Undantak fyri útróðrarmentanina í bólki 5, er somuleiðis ein háttur at bloyta stovnsrøktarpolitikkin í mun til gerandisdagin hjá útróðrarmanninum.


Vónandi kunnu hesar fáu reglur vera eitt íkast til at linka um hørðu samanrenningina millum stovnsrøktarpolitikk, og vinnuligan gerandisdag. Vit mugu finna aftur samljóðið millum uppruna flokksins, og praktiska gerandisdagin, meðan vit laga okkum til eina munandi betur stovnsrøkt.


Tí júst sosiala dimensiónin í flokkinum, ger flokkin til tað hann er. Menniskjalig atlit vinna á karráum marknaðartreytum. Vit eiga ikki at vera katólskari enn pávin í nøkrum málum, heldur ikki í fiskivinnumálum.


Páll á Reynatúgvu