Glaðir nýklæktir námsfrøðingar

Føroya Pedagogfelag: Frøi og rómur var á hesum 31 námsfrøðingunum, sum í gjár, fríggjadagin, fingu teirra prógv á Fróðskaparsetrinum. Tíverri hava vit ikki fingið nøvnini á nýklæktu námsfrøðingunum, men vit samgleðast og ynskja teimum hjartaliga tillukku við próvnum.