Glaðir Amatørar í føðingardag hjá ABC barnahjálp

Í dag eru liðin sjey ár síðani ABC barnahjálp varð stovnað. Í tí sambandinum verður føðingardagshald við tónleikakafé í hølunum hjá ABC barnahjálp í Klaksvík. Tað vera Glaðu Amatørarnir, Unn og Jón Absalon Østerø, sum fara at syngja og spæla


Tíðindaskriv, 11. desember 2013


Í kvøld klokkan 21.30 skipar ABC barnahjálp fyri føðingardagshaldi við tónleikakafé, har hjúnini Unn og Jón Absalon Østerø fara at syngja og spæla.


Í snotiligu kafeini og handlinum hjá ABC barnahjálp sýna Lydia Petersen og Sóley Hammer fram listaverk síni. Eisini eru nógvir gávulutir at fáa og luksus endurnýtsluhandil við sera góðum damuklæðum.


Kom og njót løtuna við einum kaffimunni onkrum góðum afturvið umframt góðum sangi og tónleiki.


Til ber at geva ABC barnahjálp eina føðingardagsgávu við at flyta pening á eina av hesum kontum:


Børn í Liberia


BankNordik: 6460-175.789.1 Vimerk: „Stuðul til børn í Liberia“


Børn í Senegal


BankNordik: 6460-179.816.4 Viðmerk: „Stuðul til børn í Senegal“


Stuðul til rakstur í Føroyum


BankNordik: 6460-175.343.8 Viðmerk: „Stuðul til rakstur í Føroyum“


Stuðul til rakstur í Liberia


Norðoya Sparikassi: 9865 - 9943441 Viðmerk: „Stuðul til rakstur í Liberia“


ABC barnahjálp stuðlar 120 børnum og ungum í Liberia og Senegal til skúlagongd og útbúgving.