Gjøld fyri málsviðgerð og eftirlit

 Hin 5. september 2011 varð kunngerð lýst, sum gevur Umhvørvisstovuni heimild at krevja gjald fyri málsviðgerð og eftirlit sambært umhvørvisverndarlógini, havumhvørvislógini og lógini um einnýtisíløt, og kunngerðum við heimild í nevndu lógum.

Áður hava gjøld verið tikin fyri málsviðgerð og eftirlit sambært havumhvørvislógni, kunngerðini um ozonoyðandi evni, fyri eftirlit við svimjihyljum og fyri avgreiðslu av loyvum til innflutning av einnýtisíløtum.

Umhvørvisstovan kann nú eisini taka gjøld frá privatum og almennum virkjum fyri alla málsviðgerð og eftirlit. Stóra broytingin er, at heimild nú eisini er til at taka gjald fyri viðgerð av eitt nú umsóknum um umhvørvisgóðkenning og eftirlit við umhvørvisgóðkendum virkjum, eins og gjald kann takast fyri góðkenning av spillivatnsætlanum. 

Framyvir fara virki, kommunur o.o. sostatt at fáa rokning fyri arbeiði við umhvørvisgóðkenningum og eftirliti, spillivatnsætlanum o.a., eins og tað áður er gjørt í sambandi við málsviðgerð av eitt nú umsóknum sambært havumhvørvislógini.