Gjaldføri landsins nú meira gjøgnumskygt

Tíðindaskriv frá Gjaldstovuni:


Almenningurin kann nú altíð síggja, hvønn tøkan pening landskassin hevur. Eisini ber til at síggja gjaldførisgongdina.


Fígging Landsins á Gjaldstovuni hevur saman við tænastufyritøkuni E7 ment eitt amboð, sum dagført sýnir samlaða gjaldføri landsins. Hetta er nú tøkt hjá øllum at nýta á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni: www.gjaldstovan.fo


Umframt at kunna um samlaða gjaldførið, kann hetta nýggja netamboð eisini geva innlit í fíggjarstøðuna hjá teimum einstøku stovnunum, sum eru á fíggjarlógini.


Somuleiðis er gjørligt at síggja, hvussu nógv stendur her í Føroyum og hvussu nógv stendur uttanlands. Ein triði møguleiki er at síggja, hvørji aktiv gjaldførið stendur í; er tað sum reiður peningur, í statslánsbrøvum, realkredittlánsbrøvum, ella øðrum.


Við hesum amboði er bøtt munandi um gjøgnumskygni landskassans.