GEYTIN 2020 - Nú stendur øllum í boði at ríka um føroyska filmsskattin

Norðurlandahúsið skipar aftur  fyri Geytanum leygarkvøldið 15. februar 2020, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.
 
Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2020. 

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.
Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2020 er tann 2. desember 2019. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 2. januar 2019, eru hesi:

1. Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum 
    gera undantøk, tá um longd ræður.
2. Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, 
    tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
3. Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
4. Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 23. februar 2019.
5. Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir 
    tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.
6. Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD. 

Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form.,Gunn Hernes, Jan B. Jørgensen, Ivan Niclasen, Ingibjørg Odmarsdóttir Petersen og Marjun Niclasen.