Geodetiskar dátur sum amboð til at meta um standin á brúm

Gethin Wyn Roberts, ph.d. og lektari í landmátingarverkfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið við til at skriva nýggja bók, ið ber heitið Geodetic Time Series Analysis in Earth Sciences.

Bókin, sum forlagið Springer hevur givið út, lýsir nýggj tøknilig framstig, støddfrøðilig modell og dátuviðgjørdan ritbúnað, sum tey, sum fáast við geodetiskar dátur, brúka. Bókin er yvirskipað um, hvussu ymisk háttaløg kunnu nýtast til at máta, hvussu t.d. bygningsverk skjótast og lendi og vatnstøða broytast.

Parturin, sum Gethin Wyn Roberts og onnur hava skrivað, lýsir nýggjastu hættirnar at viðgera og greina geodetiskar tíðarraðardátur frá fylgissveinaskipanum, so sum GPS (Global Positioning System) og GNSS (Global Navigation Satellite System). 

Les meira á setur.fo