Í samband við, at tað í januar í ár vóru 40 ár síðani Margretha drotning tók við, avgjørdu landsstýrið og Løgtingið at lata drotningini gávu. Landsstýrið og Løgtingið avráddu í felag við Listasavni Føroya og kongshúsinum, at gávan skuldi verða eitt listaverk gjørt serstakt til høvið.
Listaverkið skuldi handast seinni. Listaverkið er síðani gjørt liðugt, og verður tað avdúkað á almennari móttøku á Listasavnið Føroya hósdagin 29. mars klokkan 14.00.
Undir móttøkuni fara løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen og løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni at avdúka listaverkið, og listafólkið at greiða frá listaverkinum. Gávan verður handað Margrethu drotning 17. apríl.