Gásaparið fingið navn

Gásaparið, sum hevur gingið í Bringsnagøtu um jólini, hevur umsíður fingið navn. Kommunan skipaði fyri eina navnakapping og hepni vinnarin var Rannvá Eyðunsdóttir av Trøllanesi.


Hon og familjan vóru komin tann langa vegin til Havnar at royna skoytubreytina og at vitja Bringsnagøtu. Her luttók Rannvá í kappingini. Gásaparið ; nú Gáshild og Gásvald fóru í dag heim aftur - út í Havnardal. Jól í Bringsnagøtu letur aftur í kvøld.


Allir handlarnir hava opið til kl. 20, og tá letur Havnar kirkja dyrnar upp, har Tórshavnar manskór og Drifa Hansen fara at syngja.