Vælkomin til Tórshavn Marathon 2016. Í ár renna vit fyri 14. ferð Tórshavn marathon og eru aftur í miðbýnum, ella rættari sagt Vaglinum. Startur og mál er á Vaglinum. Rutan er tann sama sum í 2015. Í 2016 verður aftur møguligt at ganga ½ maraton. Hetta verður gjørt í samstarvi við Krabbameinsfelagið. Tey sum ganga, fara somu leið sum rennarir fara, men ganga ikki fyrsta rundteinin inni í Havnini. Tey ganga fram við Strond og so beinleiðis eftir Hvítanesvegnum og inn móti Kaldbaksbotni. Tey venda við elverkið á Sundi og somu leið heimaftur. Kostnaðurin er 250 kr og av teimum fara 100 kr beinleiðis til Krabbameinsfelagið.
Vatn, saft og frukt, er til allara luttakarar fyri hvørjar ca. 5 km og øll sum gjøgnumføra fáa luttakaraheiðursmerkið. Startur og mál er á Vaglinum og øll byrja samstundis kl. 14:00
Tilmelding á https://app.lap.io/event/2016-torshavn-marathon
Tilmelding
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 2. juni, kl. 18.
Bólkar:
Gangi ½ maraton
- Øll sum halda seg klára at ganga 21 km kunnu luttaka
Í FM maraton verður kappast í hesum bólkum:
Í Tórshavn maraton verður kappast í hesum bólkum
Í ½ maraton verður kappast í hesum bólkum
Kostnaður fyri tiltakið er
Gangi ½ maraton 250 kr, harav fara 100 kr beinleiðis til Krabbameinsfelagið
Tilmelda áðrenn 22. apríl, ½ maraton 250 kr. og 1/1 maraton 500 kr.
Tilmelda millum 23. apríl og 28. mai, ½ maraton 300 kr og 1/1 maraton 550 kr.
Tilmelda millum 29. mai og 3. juni, ½ maraton 350 kr og 1/1 maraton 600 kr.
Og minst til, tað er on-line gjalding við tilmelding.
Kort av marathonrutuni sæst her: https://app.lap.io/event/2016-torshavn-marathon