Gamlivegur og Statsvegurin

Í 1902 setur Christian Bærentsen, amtmaður, kanningar í verk, at fáa vegakervið í Føroyum útbygt. Av tí at Noreg eisini er fjallaland, søkir hann sær serkøna hjálp haðan.


Tað verður Hans Horn, verkfrøðingur, sum í 1903 átekur sær uppgávuna, at gera eina ætlan, vegaætlan hansara er liðug í 1904. Men tað skulu ganga mong ár til ætlanin gerst veruleiki, í fyrstu syftu dugir løgtingið ikki at síggja stórvegis nyttu í koyrivegum. Tó sum árini ganga broytast hugsanirnar nakað. Grundin er uttan iva bilarnir, sum man aðrastaðni hevur sæð stórar møguleikar í, fyrst og fremst sum vinnutól. Skulu bilar koma til landið og nytta fáast úr teimum mugu vegir gerast. Uppskot verður sent út til kommunurnar til støðutakan, tí tað eru kommunurnar, sum skulu rinda stóran part av arbeiðunum. Ca. ¼ av kostnaðinum av góðtiknum vegagerðum verður endurrinda av Statskassanum. Út frá skrivum hjá kommununi sæst, at tað er serliga Amtið, sum streingir á, at fáa hetta framt. Árini 1920 – 1929 er Elias Olrik amtmaður. Kommunurnar sum heild taka væl undir við uppskotinum. Í viðgerðini hjá Sørvágs kommunu sæst, at tosa verður nógv um, at eitt slíkt arbeiði kann skapa nógv arbeiði til bygdarfólkið. Fíggjarkreppa valdar og arbeiðsloysið er sera høgt um alt landið hesa tíðina.


Í samlaðu vegaætlanini í Vágum, sum fevnir um árini 1920 – 1922, er høvuðsarbeiðið koyrivegur millum Sørvág – Miðvág – Sandavág. Hvør bygdin gerð vegin innan sítt kommunumark. Sørvingar høvdu tó størri ambitiónir enn bara hetta, teir vildu eisini hava veg norður á Mýrar, tí har lógu teirra bestu torvheiðar. Hetta gjørdi ætlanina hjá Sørvágs kommunu dupult so stóra og kostnaðarmikla, enn um talan bert var um veg millum Sørvág og Skjatlá. Amtið hevur einki ímóti ætlanini, og Staturin vil stuðla hesi vegagerð á jøvnum fóti við hina. So tað sær út til, at man politiskt heldur vil hava fleiri enn færri vegir gjørdar hesa tíðina, ikki minst uttanbíggja.


Árini 1920 – 1921 verður fyrsta stig av stóru verkætlanini í Sørvági framd. Hesi árini verður vegur gjørdur úr bygdini og sneiðingin, sokallaði Blindtarmurin, verður gjørdur og hagan niðan til Haraldsatrøð. Samstundis verður ein vegateinur gjørdur Norð á Mýrar, heilir 2800 metur av vegi, norð móti Sundsgøtu. Hetta verður vent aftur til í komandi grein.


Kelda: www.sorvag.fo


Greinina hevur Sonni Jacobsen, skrivað og restin kann lesast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:


http://www.sorvag.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=256:qgamlivegurq-og-qstatsvegurinq&catid=51:januar-2012&Itemid=62