Fyri hendan gamla mannin er ongin ivi. Konan er ov dýr at hava liggjandi á Landssjúkrahúsinum, og tað kann ikki ganga nóg skjótt at fáa hana út aftur, og sum ferðin gongur, er ongin ivi um, at hendan gamla konan sleppur út við beininum fyrst.
Har skal sparast. Tað hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður, kunngjørt, so tað er alment kent. Tað, sum hinvegin kann undra er, at tað, sum hendan gamla konan hevur verið og er úti fyri á landssjúkrahúsinum kann uppfatast sum passiv deyðshjálp.
Seinni fekk konan mat gjøgnum sonduna, tí tað annars vildi verið ov upplagt, hvat læknarnir vildu við hesi deyðasjúku gomlu konuni, sum knappliga ikki var pláss fyri at hava á Landssjúkrahúsinum, og tí var tosað um at fáa hana heim, men umstøðurnar vóru so vánaligar, at hetta heldur ikki bar til, og so vóru góð ráð dýr.
Gamla konan fekk blóðtinnandi heilivág. Hetta varð tikið frá henni. Konan fekk eisini hjartaheilivág, ið somuleiðis varð tikið frá henni. Hendan 80 ára gamla konan fekk eisini vætu gjøgnum í kroppin, sum knappliga ikki longur kundi lata seg gera, so nú liggur hendan gamla, og veit ikki til sín, og familjan bíðar bara eftir, at konan, mamman, omman, langomman og olduromman, skal fara úr hesum heimi.
Men alt verður gjørt fyri, at støðan hjá røktarvsfólkunum, skal vera so lagalig sum møguligt her í móti endanum, so gamla konan hevur fingið slangu stungna í bløðruna, so hon sleppur av við landið uppá ein høgligan máta uttan at hetta svínar óneyðugt.
Tá blaðið tosaði við mannin hósdagin, segði hann, at tað var týðuligt, at konan hevði ilt í maganum, men heldur ikki hetta gav læknunum orsøk at skapa linna.
Maðurin er stúrin.
Nú missi eg konuna inn í deyðan, sigur hann við blaðið.
Lesi hesa og aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html