Fyrsti útbúgvingar bólkurin innan Psykoterapi í Føroyum fær prógv fríggjadagin 25. nov. 2011

Næmingar hjá Nordisk Institut for Psykoterapi enda fríggjadagin 25. nov. fyrstu 3 ára støðisútbúgvingina innan psykoterapi í Føroyum.


Í hesum sambandi verða familja, vinir og miðlarnir bodnir til eina móttøku fríggjadagin 25. nov. kl. 13.00 -15.00 í Bóndabrekku 13, Tórshavn.


Støðisútbúgvingin er ætlað fakfólkum, sum vilja førleikamenna seg innan fyri fak, sum sjúkrarøktarfrøðingar, psykiatri, námsfrøðingar, prestar, samkomuleiðarir og onnur, sum hava sítt dagliga yrki við menniskjum í truplari støðu.


Næmingarnir hava fingið undirvísing í almennum psykolokiskum fakum, so sum miss, sorg, kreppu, missnýsluatferðum, samskifti og assertión. Somuleiðis hava teir fingið venjing í tí nýggjastu neuropsykologisku vitanini og terapeutiskari praksis viðvíkjandi arbeiði við manglum frá barnaárum, minni í kroppinum, sjokktraumur og at arbeiða miðvíst innan givnar karmar.


Tey sum fáa prógv eru: Tove Simonsen, Joan Oskarsdóttur Simonsen, Reidunn Magnussen, Margret Mortensen, Ann Lydersen, Sigrun Heldarskarð, Lilja Joensen, Lillian ì Lambanum, Gvøðbjørg West, Cathrina Jacobsen


Fleiri av luttakarunum ætla sær til Danmarkar at taka yvirbygnaðin, íð tekur 2½ ár, fyri at nema sær heitið Psykoterapeut MPF (Medlem af Dansk Psykoterapeutforening).


Meira á www.nip-psykoterapi.com