Fyrsti kúlulaksurin fiskaður

GRANSKING: Mánakvøldið 22. juli fiskaði Árni á Dul fyrsta kúlulaksin, sum hann lat Fiskaaling til nærri kanningar í sambandi við granskingarverkætlanina um kúlulaks. Laksurin varð fingin á Kaldbaksfirði.

Tað eru bert kall-fiskarnir, ið fáa sermerktu kúluna. Hesin vigaði 1.780 g og var 56,8 cm langur. Laksurin verður nú kannaður nærri fyri at vita, hvussu hann er fyri í aðrar mátar. Eitt nú hevur tað stóran týdning at staðfesta, um kúlulaksur ber sjúkur ella smittur við sær, sum kunnu verða ein hóttan móti føroysku alivinnuni.

Vitanin um kúlulaks í Føroyum er sera avmarkað. Tí hevur Havbúnaðarfelagið heitt á Fiskaaling um at kanna støðuna viðvíkjandi kúlulaksi í Føroyum. Kanningin skal skráseta talið av fiskaðum kúlulaksum, kanna hann fyri sjúkur, og somuleiðis staðfesta, um kúlulaksurin er farin at gýta í Føroyum ella ikki. 

Tað ber ikki til hjá Fiskaaling at royna eftir kúlulaksi. Tí verður heitt á øll, ið fáa kúlulaks, um at lata hann til Fiskaaling, sum so kann gera neyðugu kanningarnar. Øll, ið lata kúlulaks inn til verkætlanina, fáa fíggjarliga samsýning afturfyri. Tað er av alstórum týdningi, at fiskurin er so heilur og feskur sum gjørligt. 

Tað vil siga hvørki kruvdur ella frystur. Í hesum sambandi kann ringjast til avvarðandi á Fiskaaling á telefon 774703.

Les meira um kúlulaks og um verkætlanina á http://www.fiskaaling.fo/tíðindi/fyrsti-kúlulaksurin-fiskaður/