Fyrsta stórsteypið til kvinnurnar

Sunnudagin verður kappingarárið í fótbólti skotið í gongd við stórsteypadystum hjá bæði kvinnum og monnum. Menninir hava spælt síðani 2007, men hetta er fyrstu ferð, kvinnurnar spæla um stórsteypið

Sum vanligt seinnu árini, verður Tórsvøllur karmur um ársins fyrstu dystir, nú eitt nýtt kappingarár í fótbólti stundar til. Stórsteypadystirnir eru samstarv millum Fótbóltssambandið og Lions Club, og tískil er talan um dystir eftir “Charity Shield”-leistinum, har fótbólturin og vælgerandi endamál ganga hond í hond.

Hesaferð hevur Lions Club í Føroyum tikið avgerð um, at ágóðin frá stórsteypadystunum skal fara til føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn, Hotel Tórshavn. Serliga hava tey tørv á eitt sindur betur umstøðum til eitt slag av eini útistovu, so fólk kunnu sita úti, men kortini fáa lívd fyri vindi og veðri.

– Tað er gjarna um kvøldið, at fólk eftir loknan dag kundu hugsa sær at sett seg uttanfyri, tí fyri mong hevur tað nógv at siga, at tey kunnu fáa fríska luft. Vit hava havt nakrar parasollir, men tær fara ofta um koll, um eitt sindur av vindi er, so tí umhugsa vit at fáa okkum eina stóra markisu, sigur leiðarin fyri sjúklingahotellið, Lene Juul Hallig.

Tveir dystir
Í fyrra lagi geva stórsteypadystirnir møguleika at síggja tey bæði liðini, ið vunnu meistaraheitið og steypakappingina undanfarna kappingarár, so ein hóming kanska fæst av, hvussu væl tey eru fyri í ár, og í øðrum lagi verða pengar fingnir til vega til eitt vælgerðarendamál.

Í mun til undanfarin ár, verða nú spældir tveir dystir. Fótbóltssamband Føroya og Lions Club eru samd um, at sjálvandi skulu kvinnurnar eisini sleppa framat at spæla ein slíkan dyst, so hereftir verður talan um ein stórsteypadyst hjá kvinnum og ein hjá monnum, ið verða spældir sama dag á Tórsvølli.

Í fjør vann EB/Streymur/Skála greipuna, meðan HB vann silvur í báðum kappingum, so tí verður hesin fyrsti stórsteypadysturin hjá kvinnum millum EB/Streym/Skála og HB, og hann byrjar klokkan 14. Hjá monnum verður hann millum HB, sum vann føroyameistaraheitið í fjør, og B36, sum vann kappingina um Løgmanssteypið, og tann dysturin byrjar klokkan 17.

Stórsteypadystir, menn
2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur-HB 1-3
2010: HB-Víkingur 2-1
2011: HB-EB/Streymur 0-2
2012: B36-EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0
2014: HB-Víkingur 1-2
2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36-Víkingur 0-1
2017: Víkingur-KÍ 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)

MYNDATEKSTUR:
Kvinnurnar hjá EB/Streymi/Skála, sum vunnu greipuna í fjør, skulu í fyrsta stórsteypadystinum hjá kvinnum í fótbólti spæla ímóti HB, sum vann silvur í bæði lands- og steypakappingini
Mynd: Álvur Haraldsen