Fyrsta flagið loyst fyri Marknagilsdeplinum: Hetta er bara byrjanin!

- Og mær tørvar ikki at siga landsstýrinum, at næsta stigið verður eitt universitet á Debesartrøð, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá fyrsta flagið varð loyst í dag í sambandi við byggingina av Marknagilsdeplinum.


- Tað er av sonnum ein stór og týdningarmikil løta her úti á Marknagili, nú landsstýrismaðurin í mentamálum Bjørn Kalsø hevur loyst fyrsta flagið av fyri skúladeplinum í Marknagili við sínum egna, heimagjørda haka. Løtan er stór, tí talan er um stórt og serstakt bygningsverk. Og løtan er týdningarmikil, tí talan er um størstu almennu íløgu í útbúgving nakrantíð, og sum verður øllum Føroya fólki at gagni.


- Vit kunnu í dag frøast um at vera komin so langt, hóast at tilgongdin hevur verið drúgv, ja, alt ov drúgv. Og tað er ikki sørt, at vit í fleiri førum hava borið ótta fyri, at verkætlanin fór fyri bakka og at vit kanska skuldu bíða í enn eini 10-15 ár eftir nýggjum miðnámsskúla í høvuðsstaðarøkinum, og at teir fleiri enn 1.300 næmingarnir í Hoydølum, í Tekniska skúla og á Handilsskúlanum, skuldu halda fram í sera ótíðarhóskandi og útslitnum hølum.


- Men tíbetur, og tað rós skal landsstýrið og løgtingið hava, so eru nú øll segl sett til hesa bygging, sum í sær sjálvum fer at seta nýggj mát fyri skúlabygging í Føroyum. Og Marknagil verður eftir hetta ein livandi og fjølbroyttur býarpartur, har tann lívsglaði ungdómurin setur sín serstaka dám á.


- Eg gleðist eisini um tann positiva leiklut, sum Tórshavnar kommuna hevur havt í hesi verkætlan, og sum hevur gjørt sítt til, at Landsverk saman við teirra arbeiðstakarum nú kunnu fara undir byggiarbeiðið. Bæði býráð og umsiting hava arbeitt miðvíst og konstruktivt við teimum mongu málunum, sum hava verið knýtt at hesi byggiætlan, og teirra lutur liggur ikki eftir.


- Kommunan hevur í sambandi við makaskiftisavtalu latið landinum fleiri enn 31.000 fermetrar av lendinum her í Marknagili, og sum koma aftrat tí grundøki, sum landið átti her frammanundan. Kommunan skal harumframt gera fleiri íløgur í sambandi við depilin millum annað í vegagerð, parkering, kloakkir og millum annað sløkkiliðið, sum alt í alt fara at kosta fleiri enn 20 milliónir krónur.


- Góða samkoma - vit vita øll, hvørjar avbjóðingar føroyska samfelagið hevur, eisini Tórshavnar býur. Vit missa ov nógv av okkara ungu av landinum. Hetta ger landið og býin munandi fátækari - bæði búskaparliga, vitanarliga og mentanarliga.


- Eingin ivi er um, at Marknagilsdepilin er ein stór útbúgvingarlig íløga í framtíð okkara. Vit mugu tó minnast til, at hetta er bert ein bygningur, og at veruliga íløgan støðugt skal leggjast í virksemið, sum skal ganga fyri seg inni í tí lidna skúlanum - at okkara ungdómur fær bestu fortreytir fyri víðari útbúgving og vinnu.


- Vit eiga heldur ikki at steðga her. Nú er neyðugt at seta ferð á at menna hægri útbúgving, og til tess má byggjast eitt munagott altjóða universitet á Debesartrøð. Mær nýtist ikki at siga landsstýrinum, at eisini við universtietsætlanini fer Tórshavnar býráð at veita sín fulla stuðul.


- Eg fari her at enda at ynskja landsstýrinum, løgtinginum, arkitektavirkinum BIG v/Bjarka Ingels og Landsverki blíðan byrð og takka fyri samstarvið, vit higartil hava havt um hesa byggiverkætlan. Til allar arbeiðstakararnar, fyritøkur og starvsfólk, sum her skulu arbeiða, fari eg at ynskja gott arbeiðslag og við bøn um, at her skal ikki henda nakar arbeiðsskaði.


- Góðu tit øll, allir føroyingar, landsstýrismaður í mentamálum, borgarar í Tórshavnar kommunu, hjartaliga til lukku, nú farið er undir at byggja skúladepilin í Marknagili, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda í røðu síni, áðrenn hann bað øll rópa eitt leingi livið fyri nýggja skúladeplinum.