Fyrispurningur til landsstýrismannin í Vinnumálum um trælahald í Føroyum

Spurningur 1: Kann landsstýrismaðurin vátta ella avvátta teir upplýsingar, sum formaður fiskimannafelagsins kemur við í samrøðu við in.fo 26. okt., um trælahald í Føroyum?


Spurningur 2: er svarið ja, verður landsstýrismaðurin biðin greiða Løgtinginum frá, hvørji tiltøk hann vil seta í verk fyri at steðga hesum.


Spurningur 3: Er svarið nei, verður landsstýrismaðurin biðin greiða Løgtinginum frá, hvussu hann ætlar at kanna hesi uppáhald.


Viðmerkingar:


Fyri tveimum vikum síðani kunngjørdi felagsskapurin Walk Free Foundation, at 30 milliónir mennisku í dagsins samfelag liva sum trælir. Talan er fyrst og fremst um menn, sum verða hóttir at arbeiða, og kvinnur og børn, sum verða seld í sexídnaðinum.


Samstundis sum hesi alheimstøl vórðu kunngjørd, upplýsti formaður fiskimanna-felagssins, Jan Højgaard, á portalinum in.fo., at:


… tað eru fólk, sum verða hildin sum trælir í Føroyum.


Jan Højgaard hugsar í hesum sambandi um nakrar av teimum útlendingum, sum koma til Føroya at manna fiskiskip, og sigur:


… teir verða eisini brúktir at gera ymiskt fyrifallandi arbeiði á landið, og sigur, at, mangan búgva hesir útlendsku fiskimenn umborð á skipunum, teir eru við og í mongum førum fáa teir ógvuliga lítla løn.


– Tað er mítt páhald, at í summum førum fáa teir onga løn yvirhøvur, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.


Hann kallar hetta rætt og slætt trælahald og hann heldur, at tað er skyldan hjá einum fakfelag, sum Fiskimannafelagnum, at fría hesar fiskimenn úr trælahaldi, sum hann málber seg.


– Mannarættindini mugu haldast og tað er okkara skylda at gera nakað við tað, leggur hann afturat.


Í hesum sambandi viðgerð stjórnin í Fiskimannafelagnum, hvussu farast skal fram í hesum fyri at bjarga hesum monnum. Formaður fiskimannafelagsins metir, at ein møguleiki er at fáa mannarættindafelagsskapir upp í leikin, og ein annar møguleiki er eisini at gera ein átaksbólk, sum skal fría hesar trælir.


Jenis av Rana