Sum kunnugt ferð HSF sunnudagin 20. mai fer HSF, sum eina roynd, at fyriskipa summarkapping.
Endamálið verið royndini er at kanna, um tað ber til at fáa undirtøku fyri slíkum kappingum, soleiðis at vit kunnu leingja hondbóltsárið nakað.
Kappingin, sum verður fyriskipað í hesum sambandi er fyri gentur og dreingir 12, árgangirnir 1999-2000 – við øðrum orðum somu leikarum, sum hava verið í U12 í vetur.
Kappingin verður í Gundadalshøllini og spælt verður tvørtur um vøllin við fýra leikarum á hvørjum liði. Í útgangsstøðinum verður sami leistur nýttur, sum í U8 kappingunum, t.e. “total-hondbóltur”, har tú skalt renna aftur til trýmeturin eftir hvørt álop, áðrenn tað ber til at fara út at jagstra bóltin aftur. Men, í mun til U8 kappingarnar, er dómari og dømt verður eftir vanligu hondbóltsreglunum.
Fyrstu liðini spæla kl. 13 sunnudagin 20. mai og endað verður kl. 18.
Tilmelding á hsf@hsf.fo – í seinasta lagi sunnukvøldið 13. mai!
Tá ið spælt verður tvørtur um vøllin, kunnu 6 lið leika samstundis. Um dystirnir hava somu longd, sum hjá U8, ber til at avgreiða 9 dystir um tíman. Hinvegin verður avgjørt seinni, hvussu langir dystirnir vera, tað verður í mun til hvussu nógv lið melda til.