Fyrireikingartíð er tað sama sum dygdartíð

Góðu pedagogar, limir og áhoyrarar.


Eg føli tað sum ein stóran heiður, at siga nøkur orð á hesum so týðandi verkfall “stríðs “degi hjá okkum limun í Føroya Pedagogfelag og fyri Føroya fólkið! Tíðirnar eru nógv broyttar síðani tá ið, eg var barn í 70 unum. Eitt nú fóru mammurnar hjá okkum út á arbeiðsmarknaðin, og harvið broyttist eisini samfelagsmynstrið so lýðandi. Vit hava eisini við tíðini, fingið fleiri vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar, ungdómshús og búðstovnar.


Føroya Pedagogfelag var sett á stovn í 1982 og hava vunnið okkum nógv rættindir sum fakfelagsrøðsla gjøgnum árini. Men stríði er ikki av enn og fakfelagsstriðið heldur fram, hóaast tað er langur vegur á mál og tær pedagogiskun krøllurnar eru nógvar. Men hóast nógvar krøllur eru , at berjast fyri, hava vit í dag eitt sterkt og sera sjónligt fakfelag. Sum virkuliga hevur prógva sítt virði fyri okkum øll og tað skulu vit limir hjá Føroya Pedagogfelag vera ernir av. Gjøgnum árini er nógv er komið á skafti og so at siga, og nógvur framburður er fingin til vega gjøgnum áhaldandi stríð í tøttum samstarvi millum fakfeløg og serliga við politiskar flokkar við vinstraførdum hugsjónum. Har tey bleytu virðini sum oftast viga mest.


Føroya Pedagogfelag hevur boðað frá verkfalli av teirri orsøk, sum vit øll vita, at vit pedagogar ikki fingu nakra fyrireikingartið og onga lønarhækkan. Fráboðanin um verkfallið er eisini tað einasta rætta.


Tad vil eg takka nevndini hja Føroya Pedagogfelag fyri – og tad er neydugt, at vit pedagogar vísa okkara onøgd við støðuna og standa saman, hóast tað rakar ansingin hja okkara børnum, ungum, búðfólkum og foreldrum.


Tað er hóast tað, ein góð og sterk kensla, at vera saman við einari sterkari pedagogiskari eind, nú um dagarnar, meðan verkfalli stendur við. Men tað eru eisini, onnur viðurskifti, sum vit áhaldandi skulu stríðast fyri, m.a. framhaldandi fáa hægri løn og ymsar viðbøtur til okkara limir. Vit hava i dag lægstu løn i landinum, og vit eru langt aftanfyri grannalondini, tá ið talan er um góð sáttmálaviðurskifti.


So her er framvegis mangt, sum vit pedagogar hava at stríðast fyri. Hví eru vit so í verkfalli hesuferð, jú tí lønin er lág og vit hava td. onga fyrireikingartíð.


Eg má tí bara spyrja: er fyrireiking og pedagogisk arbeiði nú bert ein ” pedagogisk krølla”, sum tikið var til undir samráðinginum. Nei, svarið er, at fyrireiking er ein sjálvfylgja fyri starvsfóllk á tí pedagogiska økinum. Børnini í okkara samfelag eru millum 6 og 9 tímar dagliga á dagstovnum – so her skal jú bædi fyrireiking og orka til fyri víðari menning av børnunum.


Somuleiðis verður leikað á næstan hvønn dag av okkara arbeiðsgevaranum, um at meira góðska skal til innan okkara øki, og krøvini halda áfram at vaksa, men lønin fylgir ikki við.


Tit fáa onga dygdartíð, men bert ansing, hesin tykist tiverri boðskapurin at vera frá teimum, ið sita hinumegin borðið. Men tað er børn okkara, sum bløða undir hesum hugburði hjá arbeiðsgevarunum.


Vit skulu eftirmeta og fylgja vid tí, sum er frammi í pedagogiska lívinum her heima og í grannalondum okkara. Samstundis sum vit skulu nøkta krøvini frá arbeiðsgevarunum – og krøvini eru sanniliga stór, sum okkara arbeiðsgevarar seta, men peningur fylgir sjálvdan við. Alt hetta skal skipast, og tad tekur sjálvandi fyrireikingartið og hægri løn, og í mínari verð er fyrireikingartíð tað sama sum dygdartíð – og merkir ikki ”minni av tíð til børn okkara,” sum eitt nú arbeiðsgevarar sipa til.


Levi Mørk, námsføðingur


Hoyr røduna her


http://vimeo.com/36208092