Fyrireika ovastevnuna

Ovastevnan verður um vikuskiftið. Stevnan hevur vaksið seg stóra og umfatandi og tað skal nógv fyrireiking til. Á myndini síggjast Bogi Andreasen, borgarstjóri, og Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, hava fund við nøkur av teimum mongu, ið skipa og standa fyri stevnuni.


Tann stóra skráin kann síggjast á heimasíðuni www.torshavn.fo saman við kunning um sigling, ferðslu í Nólsoy, parkering, tjalding og kamping, um samarittar, løgreglu o.a. Skráin kann eisini printast út av síðuni.


Báta- og campingplass kunnu bíleggjast á tlf. 327060 ella 527060, kostnaður er 300,- kr. fyri camping og 200,- kr. fyri bátapláss.