Fyrilestur um Biosemiotik

- ein víðkan av náttúruáskoðanini


Mikudagin 23 apríl kl 19:30 skipar Lívfrøðingafelagið fyri einum fyrilestrakvøldi við lívfrøðinginum Magnus Gaard, ið undirvísir í lívfrøði á Fiskivinnu- og Tilfeingisskúlanum í Vestmanna


Tiltakið verður á Tjóðsavninum, Brekkutúni 6 Hovvík.


Heiti á fyrilestrinum er “Biosemiotik - ein víðkan av náttúruáskoðanini”


Biosemitik er eitt nýtt fakøki á markinum millum lívfrøði og heimsspeki. Talan er um eina roynd at víðka tað heldur trongu náttúrufatanina sum siðbundin náttúruvísindaligur hugsunnarháttur hevur havt við sær síðstu 150 árini.


Fyrilesturin er ein roynd at lýsa fakøkið og so tann týdningin ein víðkað náttúrufatan hevur fyri miðling av náttúruvísindum og fyri leiklutin hjá lívfrøðini í samfelagskjakinum.


Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin


Gleða okkum at síggja tykkum


Nevndin