Fyrilestrar á ráðstevnu um burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi

Tann 9. mai skipa Arktiski arbeiðsbólkurin á fólkatingi og Tjóðveldi á fólkatingi fyri ráðstevnuni “Bæredygtig udnyttelse af havets ressourcer”. Til ráðstevnuna hava vit fingið fleiri áhugaverd fólk at halda fyrilestur, og her ber til at lesa meira um teir nógvu fyrilestrarnar. 

Ráðstevnan um burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi verður í Fællessalen á Christiansborg tann 9. Mai kl. 13.00. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til við at senda ein teldupost til nrpost@ft.dk. 

Amalie Jessen
Á ráðstevnuni um burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi verður møguligt at hoyra Amalie Jessen greiða frá um havsúgdjór sum matvørutilfeingi. Hon er forkvinna fyri arbeiðsbólkin undir NAMMCO, sum hevur gjørt verkætlanina um havsúgdjór sum matvørutilfeingi, og hon er sera upptikin av rættindunum hjá grønlendingum at gagnnýta havsúgdjór sum tilfeingi. Dagliga er Amalie deildarstjóri á deildini fyri veiðu og landbúnað í Grønlendska Sjálvstýrinum. Harumframt situr hon eisini í stjórnarbólkinum fyri Ny Nordisk Mad og er nevndarformaður fyri Great Greenland.

Tað er eingin ivi um, at Amalie hevur holla vitan um hvønn týdning burðardygg gagnnýtsla av havsúgdjórum sum tilfeingi hevur, og hvussu vit kunnu gagnnýta hetta tilfeingi enn betur í framtíðini.

Sven-Gunnar Lunneryd
Í Eystarasalti verða fiskimenn dagliga rændir av átufrekum kópi, sum etur fiskin úr nótini og samstundis oyðileggur reiðskapin. Hvussu vit basa hesum trupulleika kanst tú hoyra nærri um á ráðstevnu okkara um burðardygga gagnnýtslu av havsúgdjórum. Kemur tú við, kanst tú millum annað hoyra svenska kópagranskaran Sven-Gunnar Lunneryd greiða frá, hvussu forboðið móti at veiða kóp hevur givið stórar avbjóðingar fyri fiskimenn í Eystarasalti. Dagliga starvast Sven-Gunnar á svenska SLU Kustlaboratoriet, har hann arbeiðir við at menna nýggjan reiðskap til at halda kópastovninum niðri. 

Heri Joensen
Á ráðstevnuni um burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi fer okkara egni Heri Joensen, forsangari í Týr, at halda framløguna ”Stand up for your rights”. Heri vann nógv hjørtu, men møtti eisini stórari mótstøðu uttanlands, tá hann í 2012 fór í beinleiðis kjak móti Paul Watson um grindadráp, og kunngjørdi at hann er grindamaður.

Bjarni Mikkelsen
Á okkara ráðstevnu tann 9. mai fer Bjarni millum annað at greiða frá hvussu tað ber til at máta javnvágina í vistskipanini í havinum og um nýggjastu hvalateljingarnar. Eisini fer hann at greiða frá teimum nýggju amboðunum, tey hava tikið í nýtslu til at gera hvalateljingarnar neyvari.

Tim Ecott
Írski rithøvundurin og journalisturin Tim Ecott, sum hevur skrivað fleiri greinar um Føroyar og eisini um hvalaveiðu, fer at halda framløgu um hvussu miðlar og sosialir miðlar ávirka veiðuna eftir havsúgdjórum, hvønn leiklut miðlarnir spæla, hvussu teir verða nýttir og hvussu teir kunnu nýtast. Serliga hava umhvørvis- og djóraverndarfelagsskapir upp gjøgnum tíðina dúgliga nýtt miðlarnar til at seta veiðuna eftir hvali og kópi í ringt ljós, til at savna pening til teirra átøk og til at trýsta lóggávu móti veiðuni fram í Evropa. Um vit skulu verja okkara rætt at gagnnýta havsins tilfeingi burðardygt, er neyðugt at vit eisini taka dystin upp í miðlunum.

Mike Hammill
Kópur etur fisk. Nógvan fisk. Tað hevur avleiðingar fyri vistskipanina í havinum, at møguleikin hjá inuittum at veiða kóp og útflyta kópaskinnsvørur til Evropa næstan er horvin heilt. Kópastovnurin veksur skjótt, og kóparnir eta eina rúgvu av fiski, sum so eisini ávirkar fiskastovnarnar. Alt hetta kanst tú læra eina rúgvu um, tá Mike Hammill, professari og deildarleiðari á Maurice-Lamontagne Institute í Kanada fer at greiða frá samanhanginum millum vaksandi kópastovnar og minkandi fiskastovnar.

Charlotte Winsnes
NAMMCO, North Atlantic Marine Mammals Commission, hevur í ár 25 ár á baki. Stovnurin ráðgevur stjórnum um varðveitslu av hvalastovnum, um burðardygga veiðu og um bestu veiðiháttirnar til at veiða havsúgdjór. Á ráðstevnuni tann 9. mai ber millum annað til at hoyra Charlotte Winsnes, sum er varaaðalskrivari í NAMMCO, greiða frá teirra virki, hvussu tey arbeiða og hvussu tey ráðgeva øðrum um burðardygga gagnnýtslu av havsúgdjórum.

Ola Flåten
Í fleiri enn 4000 ár hava menniskju veitt havsúgdjór, og enn í dag eru tað øki har fólk í stóran mun liva av møguleikanum at veiða havsúgdjór.

Millum fleiri aðrar áhugaverdar fyrilestrar á ráðstevnu okkara verður eisini professor emeritus í tilfeingisbúskapi Ola Flåten úr The Arctic University of Norway í Tromsø. Han fer at greiða okkum frá hvønn socio-økonomiskan týdning havsúgdjór hava fyri tey menniskjuni, sum liva av millum annað at kunna troyta havsins tilfeingi til fulnar.

Afturat hesum fyrilestrunum fara Magni Arge, Sjúrður Skaale og Aleqa Hammond at hava orðið og greiða frá teirra sjónarmiðum.

Tjóðveldi á fólkatingi