Fyrilestrar á framløgudegnum hjá Fiskivinnuroyndum fastalávintsmánadag

Mánadagin 24. februar 2020, var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnuroyndum á Hotel Føroyum og aftur í ár vóru fólk frá Havstovuni og greiddu frá verkætlanum sínum.
 
Dánjal Petur Højgaard legði fram úrslit frá lidnu verkætlan síni um Kudoa-infektión og bleytan makrel, meðan Hannipoula Olsen legði fram ætlaninar við nýggju verkætlan síni um nebbasild og tosk á innaru leiðum. Framløgurnar kunnu lesast her.
 
Umframt nýggju verkætlanina um nebbasild og tosk, hevur fiskivinnuroyndir í ár latið stuðul til tvær aðrar verkætlanir hjá Havstovuni. Ein teirra er eisini ein nýggj verkætlan, sum ber heiti “Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild”. Hin er framhald av verkætlan um nýtslu av umhvørvis-DNA í kanningum av broytingum í toska, hýsu- og upsanøgd á Føroyabanka.
 
Her  finnur tú eitt yvirlit yvir allar verkætlanir hjá Havstovuni, sum eru í gongd ella fara í gongd.