Lat okkum hava tað mál, at ongin álvarslig vanlukka av eldi skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd.
Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálpast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til.
Vit kunnu nevna nøkur dømi, sum vit skulu hava í huga: (Prentið hesa vegleiðing út og lesið hana saman í húskinum – bæði vaksin og børn!!!)
• Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.
• Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.
• Havið eitt brandteppi á høgligum stað.
• Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.
• Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.
• Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
• Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.
• Nýtið altíð eldfastar stakar.
• Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.
GEVIÐ GÆTUR!!
• Ansað VÆL eftir, at vatn ikki verður stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
• Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.
• Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.
• Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.
FÝRVERK!!
• Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.
• Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.
• Nýt trygdarbrillur!