Funkut fiti í bláum tónum

Fyrsta album frá Tyrli,
“Tectonic Change” er útkomið á netinum. Talan er um 14 løg eftir Tyril sjálvan,
harav nøkur eru innspæld og skrivað í samstarvi við tríggjar kendar føroyskar
guitaristar, ávikavist Hjalta Joensen, Jákup Zachariassen og Herluf Lützen.
Burtursæð frá hesum spælir Tyril øll ljóðførini umframt at  syngja.



Í sambandi við útgávuna
verður “release party” á Blábar í Havn fríggjadagin 19. oktober kl. 17, har
útgávan verður spæld og umtalað. Eisini sigur Tyril frá um arbeiðið aftanfyri
og svarar spurningum frá áhugaðum.



 



Sjálvur tónleikurin er ein
serlig blanding av rock, pop, funk og blues við ávirkan av ymiskum stílum og
genrum, so sum jazz, gospel og worldbeat. Ljóðið er nýmótans men minnir
samstundis eitt vet um 1970ini og 1980ini. Staðið fyri framleiðsluni hevur
Tyril sjálvur, meðan Sefi Carmel á Soundtrack Creation í London hevur
ljóðblandað.



 



“Tectonic Change” — sum nú
fæst frá iTunes, Apple Music, Spotify, Google Play, Amazon Music og manga
aðrastaðni — kann uttan iva kallast ein tann mest groovy og rytmiska útgávan í
Føroyum í langa tíð.