Fundur um fiskireiðskap og hagreiðing

Ein arbeiðsbólkafundur um fiskireiðskap og hagreiðing verður í Reykjavík 1. - 2. oktober 2013.


Endamálið við fundinum er at varpa ljós á nýggjastu gransking og menning av fiskireiðskapi og hagreiðing av fiski. Eitt av fremstu endamálum við fundinum, sum er fíggjaður av Norðurlandaráðnum (AG-Fisk), er at knýta bond millum gransking og ídnað, sum fæst við reiðskap/hagreiðing í Norðurlondum.


Fýra evni verða tikin upp á fundinum:


Selektivur reiðskapur


Umhvørvisárin av reiðskapi


Optimering av reiðskapi við atliti til kostnað og dygd á veiðu


Effektiv hagreiðing


19 fyrilestrar verða á fundinum og har ímillum verða Kristian Zachariassen frá ”P/F Vónin” og Hardi Hansen frá ”P/F Varðin” sum fara at leggja fram nýggjastu vitan teirra um troltøkni.


Les meira um arbeiðsbólkafundin her: http://www.fishinggearnetwork.net/?page_id=54


Skráin fæst her:


http://www.fishinggearnetwork.net/wp-content/uploads/2013/06/workshop-agenda.pdf


Melda til hjá:


Jónas R. Viðarsson,


Matís headquarters,


Vínlandsleið 12, Reykjavík


email: jonas@matis.is