Fundur millum Diabetesfelagið og Kaj Leo Holm Johannesen

Hósdagin var fundur millum Diabetesfelag Føroya og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann. 

Á fundinum umrøddu tey viðgerðartilboð hjá fólki við diabetes í Føroyum og onnur mál av felags áhugað.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann er sera fegin um fundin og gleðir seg til komandi samstarv við Diabetesfelag Føroya.