Fúl skuldseting

Perlur: Prestar lýsa dagliga gleðina við himmiríki, men í Klaksvík hava prestarnir tað serliga torført. Tí teir mugu kunngera gleðiboðskapin við øðrum beininum í Helviti. Tey, sum hava fylgt við í Oyggjatíðindum, kenna gøluna, sum varð uppfunnin fyri at fáa Hans Eiler Hammer úr prestastarvinum í Klaksvík. Oyggjatíðindi, 23. mai 2008:


Tað eydnaðist. Hans Eiler Hammer orkaði ikki í longdini ágangin - heldur ikki frá lokala kirkjuráðnum og próvstinum.


Hann søkti og fekk prestastarv í Noregi, og so var tann trupulleikin burtur. Men ikki var Hans Eiler Hammer meira enn rikin av landinum, so varð næsta offur funnið.


Nú skuldi allar kreftir brúkast fyri at dálka aldursforsetan, Niels Paula Danelsen, sóknarprest. Hann skuldi ikki sleppa at pensionerast, uttan at fáa ein uppá kjaftin fyrst.** Hann skuldi bæði fáa prus á likam og sál.


Tað fekk hann eisini.


Fyri tey, sum hava fylgt við í blaðnum, kallaði kirkjuráðið inn til fundar í 2006. Í fimta petti í skránni kom hetta at standa:


Spurningar um privata nýtslu úr kirkjukassanum (N.P.Danielsen, prestur) og møgulig klaga.** Og so var fanin leysur.


Dómprósturin sendir fax til kirkjuráðsformannin, Jørgen Ellingsgaard, at taka punkt fimm av aftur skránni, tí punkt 5 er persónligt uttan at Niels Pauli Danielsen er kunnaður frammanundan um innihaldið.


Tí helt Bjarni Bæk tað kortini ikki vera rætt at viðgera málið á kirkjuráðsfundinum. Oyggjatíðindi hevur fingið innlit í skjølini í málinum, har kenna vit fleiri mál aftur, sum fyrr hava verið á breddanum hjá blaðnum - t.d. ta ferðina Jógvan Lútzen var kirkjuráðsformaður, og keypti kaffistell úr egnum handli.** Eitt annað mál, sum eisini fann fram á forsíðuna hjá Oyggjatíðindum, var, tá fyrrverandi kirkjuráðslimur fekk málning fyri fleiri túsund kr. uttan at mannagongdirnar vóru fylgdar.


Kirkjuráðsformaðurin, Jørgen Ellingsgaard, má hava uppfunnið frekleikan, tí hann leggur eftir Niels Paula Danelsen, fyri at hesin hevur keypt eina bók til fyrrverandi kirkjuráðslimin við lukkuynskjum.


Í skuldseting sínari í móti N.P. Danielsen, skrivar Jørgen Ellingsgaard m.a. í klagu til bisp, dagfest 17. juni 2007:


Ætlanin at gjøgnumganga skjalprógva tilfar; m.a. við rokning til kirkjuráðið fyri gávu, váttað av N.P. Danielsen. Gávan var latin við heilsan frá N.P. Danielsen. Framvegis verður mett, at tílíkar rokningar ikki hoyra heima í kirkjuni, skrivar formaðurin í kirkjuráðnum, Jørgen Ellingsgaard, m.a.


N.P. Danielsen, svarar hesi ákuruni soleiðis:


- Tað er samtykt í kirkjuráðnum, at prestarnir kunnu senda heilsanir og smáar gávur til jóla og føðingardagar. Er talan um gávuna (ein vanlig bók) til Joen J. Hansen, fyrrverandi kirkjuráðslim, føðingardagin 25.10.06, so var undirritaði fullkomiliga óvitandi um tann málningin, sum formaðurin og kassameistarin keypti honum, og sum kirkjuráðslimur á fundinum 15.11.06 var so misnøgdur einki at vita um, at hesin kærdi hetta til dómpróst, skrivar sóknarpresturin, og gevur formanninum uppá kassan.


Tað var hesin málningurin, sum kostaði fleiri túsund krónur, og sum formaðurin og kasameistarin høvdu keypt uttan neyðuga heimild. Fúl skuldseting.