FSF stuðlar Kringvarpinum, so 3-2 verður á skránni í 2013

- Tað er kostnaðarmikið at hava upptøkur frá ítrótti kring landið, og tí er hesin stuðul kærkomin, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya.


Tíðindaskriv frá KvF:


Fótbóltssamband Føroya og Kringvarp Føroya hava gjørt avtalu um, at FSF stuðlar Kringvarpinum, so ítróttarsendingin 3-2 verður á skránni í 2013.


Umframt at Kringvarpið í avtaluni við FSF stílar eftir at vísa frá flestu umførunum í fótbóltslandskappingini, fer Kringvarpið eisini at vísa steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í sjónvarpinum.


Bæði Fótbóltssambandið og Kringvarpið fegnast um avtaluna.


- Ítróttarsendingin í sjónvarpinum hevur nógvar hyggjarar kring landið, og tá tað hevur týdning fyri okkum, at føroyingar síggja nógvan fótbólt, so hava vit valt at stuðla 3-2, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.


Kringvarpið vísir á, at uttanhýsis kostnaðurin at hava 3-2 á skránni er einar 30.000 krónur um mánaðin, og tí kemur stuðulin frá FSF væl við.


- Tað er kostnaðarmikið at hava upptøkur frá ítrótti kring landið, og tí er hesin stuðul kærkomin, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya.


Áðrenn hvørja 3-2 sending, verða hyggjararnir kunnaðir um, at FSF og ÍSF stuðla ítróttarsendingini.