Frýdal fekk ikki viðhald í klaguni

Tað ber ikki til at atkvøða fyri einum máli á býráðsfundi og síðani krevja viðmerkingar í gerðabókina, sigur Kommunala eftirlitið í niðurstøðu, sum ikki gevur Marin Katrinu Frýdal, rætt í klaguni í móti borgarstjóranum, Heðini Mortensen.


Marin Katrina Frýdal kærdi, tí Heðin Mortensen, borgarstjóri, á býráðsfundi í fjør ikki vildi skriva í gerðabókina, at Marin Katrina Frýdal vildi hava eina aðra raðfesting fyri mentan og frítíð í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2014.


En kommunustýrislimur kann ikki fáa við í gerðabókina, at tikið verður bara partvíst undir við einum máli, sum viðkomandi annars atkvøddi fyri.