Froskar skulu ikki sleppast út

Umhvørvisstovan ávarar staðiliga móti at sleppa froskum og øðrum fremmandum dýrum út í urtagarðar ella náttúruna.

Froskar eru ikki partur av føroysku náttúruni. Tað kann fáa stórar, óynsktar avleiðingar fyri viðbreknu vistskipanina í Føroyum, um vit sleppa froskum út í urtagarðar, og teir haðani sleppa víðari út í náttúruna. Harafturat er hetta ikki loyvt.

Tað frættist, at nógvastaðni í Føroyum hava fólk seinnu árini fingið sær fyri at sleppa froskum út í hyljar, bæði í egnum urtagarði og úti í haganum. Tað er staðfest, at froskar kunnu trívast og nørast í Føroyum, og seinnu árini eru fleiri sløg av froskum funnin úti í náttúruni. Tá fá ella ongi rovdjór eru, sum kunnu halda teimum niðri, kann vera sera skjótt, at talið fer at vaksa nógv. Eisini er hugsandi, at í teimum hyljum har froskar byrja at nørast, eta teir larvur hjá flogkyktum og øðrum, sum er týdningarmikil føði hjá øðrum dýrum í føroysku náttúruni. At sleppa froskum út í urtagarðar er sum at spæla við eld í einum hoyggjhúsi.

Vit vita ikki, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera, men vit hava fleiri dømi um sera óhepnar avleiðingar av fremmandum dýrum í Føroyum, eitt nú rottu, flatmaðki, morsnigli og vespu.

Eitt tað kendasta dømið um skaðiliga innrás av fremmandum djóri er rørpaddan í Avstralia. Í 1935 vórðu 102 paddur sleptar út, so tær kundu eta nakrar klukkur, sum løgdu á sukurrør. Men paddurnar høvdu ongar nátúrligar fíggindar, og nørdu seg til tær vóru 200 milliónir í tali. Tær hava volt stóra minking í nógvum upprunadjórum so sum fýrbeinum og slangum í Avstralia.  

Sambært kunngerð um innflutning av eksotiskum dýrum er bannað at innflyta fremmand dýr til Føroya uttan serligt loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og  at sleppa  fremmandum dýrum leysum í føroysku náttúruna er als ikki loyvt.

Umhvørvisstovan heitir á fólk um at minna onnur, sum ætla at seta froskar út, á, at hetta kann vera til stóran vanda fyri føroysku náttúruna, og at tað er bannað.