Frítt internet á Bygdaleiðum fer at kosta umleið 2 milliónir um árið

Tjóðveldi hevur sent svar frá landsstýrismanninum:


Johan Dahl,landsstýrismaður, svarar skrivligum fyrispurningi nr. 26/2011 eftir tingskipanini § 52a, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um frítt internetsamband á strandfaraskipunum og hjá Bygdaleiðum. ** Fyrispurningurin var soljóðandi:


1. Nær kann roknast við, at frítt internet-samband verður til taks hjá ferðafólki við Smyrli, Teistanum og smærru strandfaraskipunum?


2. Nær kann roknast við, at frítt internet-samband er til taks hjá ferðafólki við Bygdaleiðum?


3. Hvør er orsøkin til, at hetta ikki er komið í lag fyrr?


4. Hvør er kostnaðurin fyri at tryggja fría atgongd til internet á strandfara¬skipunum og hjá Bygdaleiðum?


Svar:


Til nr. 1


Ultimo 2011 setti FT-net upp 3G útgerð í Nólsoy og í Suðuroy. Hetta merkir, at møguleiki er fyri internetsambandi umborð á Smyrli, uttan at munandi íløgur í fylgisveinaútgerð, ein skipan, ið áður hevur verið til viðgerðar, verða gjørdar. Síðani hevur verið arbeitt við at seta upp útgerð á Smyrli. Komið er væl ávegis og væntandi byrjar royndartíðin í februar 2012.


Roknað verður við, at 3G-net verður tøkt um Skopunarfjørð á vári 2012, og tá verður farið undir somu tilgongd við Teistanum.


Royndirnar frá Ternuni, Smyrli og Teistanum verða síðani grundarlag undir, hvussu farast skal fram á hinum skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins.


Viðvíkjandi fyrispurninginum um frítt internet skal viðmerkjast, at internetsambandið umborð á skipunum ikki er uttan kostnað fyri Strandfaraskip Landsins, og Strandferðslan hevur í løtuni ikki játtan til at veita frítt internet.


Leggjast skal eisini afturat, at tað í útgangsstøði ikki er nakar tekniskur trupulleiki hjá Strandferðsluni at bjóða frítt internet, t.e. ókeypis internet. Ein av avbjóðingunum við fríum interneti er tó tann, at tryggjast má í øllum førum, at internetbrúkarin er eyðmerktur, tí tað er nærum ógjørligt hjá televeitarunum at spora brúkaran, um fría internetið hevur verið nýtt til at fremja kriminalitet.


Til nr. 2


Til ber at fáa somu loysn fyri bussarnar sum fyri skipini, men kravið er framvegis, at samband er við 3G-netið, har bussarnir koyra. 3G net er tøkt um alt meginøkið og í 90% av landinum, men ein bussur, sum ferðast ígjøgnum tunlar og yvir fjøll og dalar missir ofta sambandið. Hetta má kannast neyvari, áðrenn ein verkætlan verður gjørd at fáa internetsamband í bussunum hjá Bygdaleiðum.


Til nr. 3


Strandfaraskip Landsins søkti í 2008 um játtan til fylgisveinaútgerð o.tíl. til internetsamband umborð á Smyrli. Henda umbøn varð ikki gingin á møti, og tískil hevur Strandferðslan arbeitt við øðrum loysnum, sbr. svar 1.


Til nr. 4


Við støði í royndunum higartil metir Strandferðslan, at frítt internet á Oyggjaleiðum fer at kosta umleið hálva millión um árið, og at frítt internet á Bygdaleiðum fer at kosta umleið 2 milliónir um árið. Leggjast kann afturat, at Strandferðslan fer at gera neyvari kostnaðarmetingar, tá ið royndartíðin á skipunum er av.


At enda kann verða lagt afturat, at tað ber til hjá øllum, sum hava mobilt internethald frá einum televeitara, at nýta internetið á Oyggja- og Bygdarleiðum.


Vinnumálaráðið, 11. januar 2012


Johan Dahl


landsstýrismaður