Frítíðartilboð til 3. flokk

Børn, sum ganga í 3. flokki í Tórshavnar kommunu, fáa eitt nýtt frítíðartilboð frá komandi skúlaári.


Mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava samtykt at bjóða hesum børnum eitt frítíðartilboð, sum líkist tilboðnum í Margarinfabrikkini.


Frítíðartilboðið bjóðar nakað tað sama sum ein frítíðarskúli við verkstøðum, ítrótti og møguleika fyri spæli yvirhøvur, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.


Frítíðartilboðið verður í mesta mun á verandi frítíðarskúlum.


Frítíðarskúlarnir í Havn eru ymiskir. T.d. er ein náttúrufrítíðarskúli í Havnardali við djórum og fríari náttúru. Aðrir frítíðarskúlar hava góðar møguleikar fyri ítrótti.


Ein árgangur er um 300 børn. Tekur helmingurin av teimum, sum nú fara í 3. flokk, av tilboðnum, verða rakstrarútreiðslurnar mettar til slakar 0,9 mió kr til starvsfólk og annan rakstur.


Í flestu førum rúmast børnini í verandi frítíðarskúlum, men í ovara parti av býnum verður neyðugt at útvega hølir.


Samtykt er í ár at játta rakstrarpeningin av sparingum í sambandi við verkfallið í vár.


Foreldraráðini fyri frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu heittu á kommununa um at víðka frítíartilboðini til eisini at fevna um 3. flokk. Umsitingin hevur skotið hesa nýggju skipan upp sum eina royndarskipan fyri fyrst.


Jógvan Arge


---