Foreldur at børnum í frítíðarskúlunum í Tórshavnar kommunu vilja fegin hava frítíðaskúlan opnan arbeiðsdagar, tá fólkaskúlin hevur frí.
Kommunan hevur ásannað, at hetta hevur verið ein trupulleiki og hevur gingið áheitanini á møti. Skipanin varð longu roynd á jólum og fyri og eftir páskir.
Í summar verður skipað fyri, at opið verður frá 2. til 20. juli. Í heyst verður opið í heystfrítíðini. Aftrat hesum skulu frítíðarskúlarnir hava opið tríggjar dagar, har tann einstaki frítíðarskúlin lagar seg eftir skúlanum, hann er tengdur at, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini.
Skipanin verður, at frítíðarskúlarnir leggja saman, tá til ber at leggja saman, so øll tey, ið hava tørv á frítíðarskúla, tá fólkaskúlin hevur frí, fáa tilboð.
Slíkar dagar verður frítíðarskúklin opin frá kl. 08.00 til 17.00. Frítíðarskúlarnir skipa sjálvir fyri, hvussu teir hava opið í mun til tørvin. Skipanin verður endurskoðað eftir heystfrítíðina í ár.
Tilboðið verður mett at kosta 350.000 kr um árið.
Jógvan Arge
---