Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2012

26.839 persónar fáa í hesi vikuni bræv við upplýsingum um, hvussu nógv tey fáa í frítíðarløn, og hvørja konto peningurin verður fluttur á.


Samlaða frítíðarlønin, sum verður flutt lønmóttakarunum, er 299 mió. kr. Frítíðarlønin verður á konto hjá lønmóttakarum 2. mai 2012.


Tað er TAKS á Tvøroyri, sum umsitur frítíðarlønina.


Hevur tú okkurt ivamál, ert tú vælkomin at skriva til TAKS á taks@taks.fo ella ringja til okkara á tlf. 352600